Listapeningur loyvir tær at brúka list sum gjaldoyra

Ein framsýning við 25 listafólkum er í Havn í hesum døgum

Í gjár var fernisering í Smiðjuni í Lítluvík, og talan er um eina heldur øðrvísi og stuttliga listaframsýning við sokallaðum "listapeningi".

Framvið hvítu veggunum hanga fleiri lítlar kortlíknandi myndir á einum snóri. Allar hesar myndirnar hava eitt virði á 200 krónur. Myndirnar eru eitt alternativt slag av pengum, og konseptið kallast Artmoney.

25 listafólk úr Norðurlondum hava prýtt hesar myndirnar, sum allar eru í somu stødd. Har eru fleiri spælireglur við Artmoney, og tað er eitt nú krav, at myndirnar skulu hava somu stødd (12x18 cm), tær skulu vera hondgjørdar og hava ávísar upplýsingar aftanfyri. 

Artmoneylistafólk kunnu selja sínar artmoney til samlarar í øllum heiminum, og fleiri handlar taka eisini ímóti artmoney sum valuta.

Vit vóru framvið og forvitnaðust í Smiðjuni - her eru nakrar myndir:

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##