Á miðdegi í dag lótu Malan Egholm Syhler og Elin Petursdóttir Andreasen upp framsýning við egnum listaverkum í Smiðjuni í Lítluvík, har tær vísa fram bæði málningar og tekningar, umframt ymisk postkort.
Elin hevur áður havt framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, umframt á ólavsøkuframsýningini fleiri ferðir og niðri, men hetta er fyrstu ferð, at Malan sýnir fram í Føroyum.
Málningarnir hjá Maluni eru stórir, litfagrir og sum oftast nonfigurativir, meðan Elin í sínum tekningum við realistiskum motivum brúkar bæði akvarel, blekk, tusch, litblýant og blýant.
Malan og Elin eru vinkonur og møttust á Føroya Fólkaháskúla í 1982, og báðar hava tær búð í Danmark meginpartin av sínum vaksna lívi.
– Vit vóna at síggja nógv fólk á framsýningini – og kanska eisini fleiri, sum vit ikki hava sæð í nógv ár, siga tær báðar listakvinnurnar.
Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er opin til og við týskvøldið, og allar dagarnar er opið frá klokkan 12 til 17.