Listaheimið hjá Lis

Heimið hjá Lis Helgudóttur verður um vikuskiftið karmur um framsýning við sniðgivnum klædnapløggum, lekrum lutum úr leiri og løttum málningum eftir fimm skapandi havnardamum

Lis Helgadóttur og maðurin Lars hava brúkt næstan alla frítíðina seinastu árini til at seta húsini í Niels Finsens gøtu 40 í stand. Nú tey eru komin undir land við øllum umvælingunum, gongur eisini ein annar gamal dreymur hjá Lis út. Nevniliga at leggja lunnar undir eitt nýskapandi konsept í føroyskum høpi, sum fevnir um eitt skapandi umhvørvi fyri kreativar sálir at virka og sýna fram í. Fyrsta úrslitið av hesum dreymi kunnu vit uppliva um vikuskiftið, tá Lis skipar fyri einari hugnaligari jólasøluframsýning við klædnasniðgeving, sápum, keramikki og málningalist. Umframt Lis, sum sniðgevir og bindir troyggjur, fara fýra áðrar havnardamur at sýna fram tað, sum tær hava latið úr hondum seinastu mánaðirnar. Tær eru Barabara í Gongini og Elin Lindenskov við sniðgivnum klæðum, Hildur Hermansen við vælumtóktu leirlutunum og Durita Dam við málningum.

- Hetta er ein gamal dreymur, sum nú gongur út, sigur Lis, sum umframt tær tríggjar hæddirnar í nýumvælda húsinum, eisini ætlar at innrætta 70 fermetra stóra síðubygningin út móti Havnar á, sum rennur beint undir húsinum. Hetta er bygningurin, sum Volvo helt til í, og sum hevur staðið tómur í nøkur ár nú.

- Tá eg og Lars keyptu hesi húsini var tað ongantíð ætlanin, at tey bara skuldu vera til okkum at búgva í. Vit ynsktu, at tey skulu rúma skapandi virksemi og vera karmur um handarbeiði, list og framsýningar, sigur Lis Helgadóttir, sum vanliga undirvísir á frisørlinjuni í Tekniska skúla í Havn. Eisini undirvísir hon á nýstovnaðu klædnalinjuni, sum varð sett á stovn í summar.


Útbúgvin bindidesignari

Hetta leiðir okkum beint víðari til aðrar førleikar hennara, nevniliga bindingin, sum er stóri áhugi hennara eisini. Lis er útbúgvin bindidesignari, sum hon sjálv sigur, og hevur bundið nakrar sera lekkrar troyggjur, sum eisini verða partur av framsýningini um vikuskiftið.

- Eg fái íblástur úr altjóða mótaheiminum og leggi meg eftir at binda mjúkar, vælsitandi og klassiskar troyggjur úr mjúkari merino-ull, sum eg síðani tøvi. Eg eri ikki til føroysk bindimynstur og tógv sum prikar, tí eg haldi at klæði skulu vera lekkur at vera í. Troyggjurnar eru ikki heilt lidnar, tá eigarin fær tær, tí tær skulu forma seg til kroppin hjá viðkomandi, sigur Lis. Nógvar av troyggjunum eru slá-om, sum verða festar við einari nál.


Nýggjur skapandi depil

Nú framsýningin hjá teimum fimm er sett upp, og dyrnar lata upp seinnapartin fríggjadagin klokkan 16, sigur Lis, at tað er sum ein sonn forloysing at síggja allir lutirnir, klæðini og málningarnir í síni heild.

- Vit fýra eru ikki professionellar, men hava allar arbeiði við síðurnar av. Barbara í Gongini roynir harafturímóti at gera seg galdandi á altjóða marknaðinum, og eg haldi veruliga, at hon hevur uppiborið at fáa størri viðurkenning her á landi, tí hon ger nøkur fantastiska lekkur klæði, sigur Lis, sum vónar at kunna bjóða fólki inn í nýggja bygningin um eitt ár ella so.

- Tey etableraðu hava síni arbeiðs- og framsýningarhøli. Og í mun til siðbundið heimavirki, so hava tey eisini síni støð at arbeiða og sýna fram í. Tað, sum eg mangan havi saknað, er eitt stað til feminint listahandverk og list, til okkum, sum fáast við alt møguligt, men sum ítriv. Eitt stað, har tú kanst koma inn í eitt tíðarskeið og arbeiða. Ella at skipa fyri skeiðum fyri allar hesar kreativu kvinnurnar, sum duga so nógv, sigur Lis, sum eisini ætlar at hava framsýningar og at bjóða fólki inn at síggja.


Privat initiativ

Og hon er væl greið um, at tað ber ikki til at liva av slíkum í Føroyum, og at hon tí má hava tað afturat vanliga arbeiðinum.

- Í londunum uttan um okkum er tað inn at bjóða fólki inn á gátt, ikki bara at eta og drekka, men eisini til eina uppliving. Hetta haldi eg vera sera inspirerandi. Og tað eri eg, sum geri av, hvør sleppur framat, tí hetta er eitt útilokandi privat initiativ, sigur Lis flennandi. Hon hevur ikki lýst við framsýningini á vanligan hátt, men kunnað um hana via teldupost og munn til munn metoduna.

Jólasøluframsýningin heima hjá Lis verður um vikuskiftið í Niels Finnsensgøtu 40, beint omanfyri Skræddaran og Cosmeto. Framsýningin er opin soleiðis: fríggjadagin 16 – 20, leygardagin 12 – 18 og sunnudagin 14 – 18.


--