Mánadagin 31. august klokkan 15.30 verður móttøka fyri almenninginum, nú Listahøllin í Finsen letur upp. Listahøllin er høllin, ið áður var ovara fimleikahøllin í Kommunuskúlanum.
Endamálið við Listahøllini er at veita høli til yrkislistafólk, lesandi og listaspírum ein bás, har tey kunnu menna og skapa list.
– Høllin er nú sett nakað í stand, stór vindeygu eru sett í bygningin, og høllin tekur seg væl út og hevur frálíkt útsýni. Og tað er eisini køkur, vesi og uppihaldsrúm í Listahøllini, sigur Tórshavnar kommuna.
Ove Mortensen Arkitektavirkið hevur verið høvuðsráðgevi, og Sp/f ÁTS hevur verið høvuðsarbeiðstakari.
Klokkan 16:15 mánadagin verða røður hildnar, umframt at kaffi, te, frukt og køkur eru at fáa.
Til ber at søkja um bás í Listahøllini HER.