Listaframsýning í samband við Community Art verkætlanina

Tann 25. oktobur letur upp forvitnislig listaframsýning í Miðlatúni í Vági. Framsýningin er í samband við Community Art listaverkætlanina.

 

Síðani byrjanina av septemburmánað, hava Eva, Floortje og Martin arbeitt við eini listaverkætlan í Vági. Listaverkætlanin, ið nevnist Community Art, hevur fevnt um samstarv við Vágs skúla, Ítróttaháskúlan, ellisheimið Hamragarður og nógvar íbúgvar í Vági. Sjálvt um listaverkætlanin heldur fram til endan av novemburmánað, so verður skipað fyri eini listaframsýning, ið vísir listina sum er komin burturúr ymsu verkstovunum.

 

Talan er um list í samband við hesar listaverkstovur:

 

Næmingar úr 2. flokki í Vágs skúla og næmingar frá Ítróttaháskúlanum. Hesar verkstovur hava havt arbeiðsheitið Art by Nature.

 

Næmingar úr 7. flokki í Vágs skúla. Hesar verkstovur hava havt arbeiðsheitið Signs of Stories.

 

Aðrar verkstovur í FabLab, kvøldskúlanum og ellisheiminum, ið hava havt við ull frá nærumhvørvinum.

 

Umframt listina, so verður eisini ein stuttfilmur um Vág vístur á stórskíggja. Talan er um filmin, ið Martin hevur framleitt. Filmurin vísir brellbitar frá fjøltáttaða gerandisdegnum í Vági. Filmurin verður vístur fleiri ferðir, meðan framsýningin er opin.

 

Listaframsýningin letur upp klokkan 17.00 og opið er til 20.00, tann 25. oktobur. Á upplatingardegnum verður stuttfilmurin vístur hvønn hálvan tíma. Framsýningin kemur at standa frammi í Miðlatúni fram til fríggjadagin 3. novembur. Framsýningin er opin í upplatingartíðunum hjá Miðlatúni.

 

----

 

30. august fluttu niðurlendsku listafólkini Floortje Zonneveld, Eva Bullens og Martijn Bastiaans til Vágs at búleikast í tríggjar mánaðar. Floortje, Eva og Martin hava samstarvað við Vágs Kommunu um eina forvitnisliga listaverkætlan, sum nevnist Community Art.