Tað eru listafólkini Astrid Mouritsen, Edith Mørkøre, Hedvig Jóhansdóttir og Magni á Lakjuni, sum sýna fram. Sýningin verður í Lonini, Oman Hoydalar 28 í Hoyvík, fram til hósdagin 15. desember. Nakrar framførslur verða eisini í Lonini sambandi við listaframsýningina.
Jógvan Zachariassen setir listasýningina hósdagin kl. 16, Magni á Lakjuni og Rúni Højgaard syngja og spæla, og Súsanna Joensen framførir á tvørfloytu. Sunnudagin 11. desember syngur og spælir Dánjal Lindenskov.
Seinasta dagin framsýningin er opin, hósdagin 15. desember, spælir Jógvan Zachariassen á fagott, og Sirikit Jacobsen syngur. Møguleiki verður eisini at ogna sær nakar ymsar útgávur, sum fólk í Lívdini hava givið út sum t.d bøkur, fløgur, DVD, kort og jólakort. Opið verður hvønn dag millum klokkan 14 og 18.