Mentanargrunnur Landsins boðar nú frá, at grunnurin í heyst letur tríggjar 3-ára listafólkalønir til yrkislistafólk. Hesar starvlømir verða latnar umframt tær vanligu starvslønirnar, sum vórðu latnar fyrr í ár.
– Listafólkalønir verða latnar við tí endamáli at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, so at tey kunnu arbeiða í trý ár burturav við list, sigur Mentanargrunnurin.
Yrkislistafólk eru sambært Mentanargrunninum »tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið«
Upphæddin á listafólkalønum svarar til læraraløn fólkaskúlans á lønarstigi 21.1. Freistin at søkja starvslønirnar er 1. september.