DAGPENGAR
Tær hava alt teirra virkna arbeiðslív goldið til Sjálvbodnu Dagpeningaskipanina. Tað hevur kostað teimum eina stóra upphædd hvønn ársfjórðing, men tær hava allar hildið tað verið neyðugt, tí vórðu tær sjúkar, fingu tær kortini breyð á borðið. Eingin teirra forvinnur nógv, í mun til onnur á arbeiðsmarknaðinum ógvuliga lítið. Tær eru tí noyddar at hava annað arbeiði við síðuna av teirra høvuðsarbeiði, sum listin er. Men tað er eftir øllum at døma arbeiðið, tær hava síðuna av, sum ger, at tær eru útifrystar úr Sjálvbodnu Dagpeningarskipanini.
Seinasta summar kollrendi nevniliga ein broyting í dagpeningarlógini grundvøllin undir teirra lívi. Tær vórðu rætt og slætt tveittar úr dagpeningaskipanini uttan nakra ávaring. Tá broytingin var gjørd, fingu tær eina kunning, sum hvørki sigur nakað um orsøkina til, at tær skulu úr skipanini, ella hvørjar aðrar møguleikar tær so hava, um tær verða sjúkar.
- Eg havi verið væl nøgd við Dagpeningaskipanina, tí hon var ein trygging, sum eg sjálv rindaði til. Tí havi eg ikki havt ringa samvitsku at fáa útgjald úr henni, tá ið eg havi havt brúk fyri tí. Tað er heldur ikki møguligt at fáa úr skipanini uttan læknaváttan, og tað í sjálvum sær er ein trygd ímóti misnýtslu. Sjálv havi eg notið væl av skipanini í sambandi við tveir tættar barnsburðir. Skuldi eg fingið útgoldið eftir inntøku seinastu árini og kanska 80 prosent av tí, hevði verið ógvuliga soltið, sigur Guðrið Poulsen, sum hevur goldið til Sjálvbodnu Dagpeningaskipanina í tíggju ár.
Støðan hjá Astrid Andreasen minnir um støðuna hjá Guðrið.
- Eg havi øll árini goldið hálvt gjald til skipanina, tí eg havi havt fast starv hálva tíð aðra staðni. Tá eg fekk uppsøgnina frá Dagpeningaskipanini, spurdi eg, um eg kundi tryggja meg fulla tíð, men tað slapp eg ikki, tí sum sagt var, arbeiði eg bara við listini hálva tíð, sigur Astrid Andreasen, sum hevur goldið til Sjálvbodnu Dagpeningaskipanina í fimtan ár og fingið útgoldið í alt tríggjar ferðir hetta tíðarskeiðið.
Stein omaná byrðu
Nýggj áseting í broyttu lógini sigur, at 25 prosent av allar inntøkuni skal vera A-inntøka og 75 prosent B-inntøka. Hjá flestu listafólkum er inntøkumynstrið beint tað øvugta. Tað er A-inntøkan, um enn hon ikki er stór, sum ger tað møguligt, at eitt nú Guðrið Poulsen og Astrid Andreasen kunnu arbeiða við síni list.
- Tað er A-inntøkan, sum lívbjargar okkum. Hasin nýggi býtislykilin ber als ikki til at liva eftir hjá listafólkum. Vit kundu so bara lagt virksemið niður, men so eintalt er tað ikki. Hugsi ikki, at eg eri tann einasta, sum skrumbli meg ígjøgnum á henda hátt, sigur Guðrið Poulsen.
- Í veruleikanum er tað ómøguligt at breyðføða seg sum listafólk í Føroyum. Tí ert tú noydd at hava annað lønt arbeiði við síðuna av, men tann nýggja skipanin leggur í grundini stein omaná byrðu í so máta. Bróti eg ein arm, eri eg illa stødd. Eg fái ongar sjúkrapengar í mínum listarliga arbeiði, hvørki her ella har, sigur Astrid Andreasen.
Støðan hjá Titu Vinther er eitt sindur øðrvísi. Hon er vevkona fulla tíð, og hevur onga aðra inntøku við síðuna av. Seinasta ár fekk hon Mentunarstuðul í tríggjar mánaðir. Hesin verður goldin sum A-inntøka, og tað førdi við sær, at hon eisini varð tveitt úr Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini seinasta summar, hesi skipan sum hon hevur goldið til í nærum 20 ár. Øll hesi árini hevur hon eina ferð fingið útgjald frá skipanini, sum svarar til eina lítla mánaðarløn tilsamans.
- Eg var ógvuliga glað fyri Mentunarstuðulin, men at hann skuldi ávirka míni viðurskifti við Dagpeningaskipanina var ógvuliga hugstoytt. At geva starvsløn og samstundis tveita ein úr "samfelagnum" er skomm. Tískil skal ein hugsa seg væl um, áðrenn man tekur ímóti stuðlinum, sigur Tita Vinther.
Eftir tógvið stríð, er hon komin í skipanina aftur, hálvt ár eftir, at hon varð blakað út. Hon legði øll viðkomandi skjøl fyri Almannastovuna, sum síðani gjørdi av, at skipanin umfatar Titu eisini.
- Gjørdi eg ikki vart við míni viðurskifti, hevði eg ikki komið upp í aftur skipanina. Eg havi øll árini lagt stóran dent á at vera sjálvstøðug, og havi hildið, at tað er ábyrgdarleyst ikki at tryggja seg í tilfeldi av sjúku, hóast tað kostar ógvuliga nógv. Og hetta er jú ikki nøkur almanna veiting, men ein trygging, sum tú sjálv hevur tikið støðu til at gjalda, sigur Tita Vinther.
Forsorg tað einasta
Við broytingini í lógini er trygdin hjá hesum kvinnunum og øðrum við tikin burtur.
- Tankin um at gerast almanna klientur um illa ber til, er lítið hugaligur. Alt okkara fíggjarliga grundarlag skal leggjast fyri Almannastovuna í so fall, og tað býður mær ógvuliga nógv ímóti. Eg havi fleiri ferðir havt brúk fyri dagpengum, havi hart arbeiði og havi verið sjúkrameldað í sambandi við barnsburð. Ólíka virðiligari var at vera í Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini. Hugstoytt er eisini at hava verið við til at gjalda til eina skipan, sum soleiðis bara verður avtikin við einum so ósjarmerandi brævi, sigur Guðrið Poulsen.
Og hon leggur afturat:
- Tað kann als ikki góðtakast í dagsins samfelag, at ein starvsbólkur als onga trygd hevur í tilfeldi av sjúku, og hví skulu vit, sum eru ein minniluti, onga trygd hava. Vit ynskja øll tryggleika, serliga tá ið vit hava smábørn. Vit eiga ikki at finna okkum í at verða viðfarin soleiðis, men vit standa ógvuliga veik, tí vit eftir øllum at døma ikki eru so týdningarmikil starvsbólkur. Vit eru púra tileinkisgjørd.
- Undir ongum umstøðum vil eg vera almanna klientur. Heldur fari eg í bankan at biða um lán fyri at klára meg. Eg havi verið við í Dagpeningaskipanini fyri ikki at koma í ta støðu at gerast almanna klientur. Og skuldi eg fingið forsorg, verði eg fyrst noydd at selja øll míni arbeiðstól, tí ein almanna klientur skal ikki eiga nakað, sigur Astrid Andreasen.
Aftur til tað gamla
Hví nýggja dagpeningalógin er soleiðis háttað, at ein starvsbólkur, sum framman undan hevur tepurt fíggjarligt grundarlag, er útihýstur eini trygd í sambandi við sjúku, hava vit ikki funnið nakra skilagóða grundgeving fyri.
- Politiski myndugleikin hevur kanska ætlað at rudda upp í skipanini uttan at hugsa um, hvørjar avleiðingar tað fær fyri tann einstaka, sigur Guðrið Poulsen.
Allar vilja tær aftur til gomlu skipanina. Eina trygging, sum brúkararnir sjálvur gera av at fara uppí og úr.
- Vit kunnu ikki annað enn vóna, at gamla skipanin kemur í gildi aftur, siga tær.