List, sum er beint nú

Jensina Olsen. Tað koma nógvar stuttligar myndir í høvdið, tá ein hugsar tað navnið. Ein mynd, ið serliga er farin at skilja seg burturúr, er tann av Jensinu, tá hon situr við gittara í hond og syngur. Helst nú, tá solofløga hennara »Eitt sindur av tí bláa« er komin út í fløguhandlarnar. Sunneva Háberg Eysturstein hevur tikið eitt prát við tónlistakvinnuna um tónlist hennara og um at gera tað, ið ein vil, tá ein vil

Samrøða

Sunneva H. Eysturstein

sunneva@sosialurin.fo

 

Har stuttleiki og undirhald er, er Jensina Olsen. Fólk kenna hana fyri alt møguligt. Kanska serliga tey mongu barna­projekt­ini, hon hevur havt við at gera seinastu árini, har tað seinasta er sjónvarpssendingin Ding Dang Pappsang, ið verður víst á Kring­varpinum í løtuni. Jensina er umframt hetta við í E lski førjar, er lærari, vann føroysku Singer/songwriter kappingina í 2006, var við á fløguni »Veðrið eigur orð« eftir Lot við upplesturi frá Tóroddi Poulsen, ið kom út í 2003, er ofta vertur til tiltøk ymsastaðni – bæði stór sum smá – og fæst nógv við myndlist. Útbúgvingin hjá henni liggur tí sjálvsagt í sjónleiki og tónleiki. Hon hevur tikið 3 ½ ár á mynd­listaskúla og hevur eisini út­­búgving innan vaksinundirvísing. Nú gevur hon solofløgu út.

- Útbúgvingin í vaksinundir­vísing var gull verd fyri meg. Eg eri ikki serliga strukturerað, men lærdi ígjøgnum hesa útbúgving­ina at strukturera, leggja til rættis og at finna útav, hvørjum mál­bólki, ein er eftir, og hvussu man skal fáa boðskapin út til fólk. Tað var stuttligt at læra hesi tingini; stuttligt at royna at hugsa, at øll onnur hava rætt; tí hvat hendir so? Eg fann útav, at sumt, sum øll onnur søgdu, var rætt, og eg tillagaði meg eftir tí. Hetta gjørdi, at eg lærdi at kontrollera mær frammanfyri fólki. At standa still og servera fyri teim­um. Eg skuldi faktiskt bara standa still við ørmunum, og tá eg gjørdi tað, broyttist mín fram­koma á pallinum totalt. Tað var eisini hetta, ið gjørdi, at eyð­mýgd­in hjá mær fyri øðrum artist­um vaks ordiliga nógv. Tí eg lærdi at skilja, hvussu ógvusligt tað er at framføra einsamallur á pallinum. Man blottar seg totalt.

 

Vundið blóð

Tónleikararnir, ið Jensina hevur við á fløguni, eru Anna Maria Olsen á kór, Mikael Blak á bass, Rógvi á Rógvu á trummur og slagverk, Finnur Hansen á kór, keyboard, harmoniku, kalimba, floytur og slagverk og Leivur Thomsen á gittara. Finnur Hansen hevur harumframt eisini framleitt fløguna.

- Hetta hevur ikki verið ein løtt verkætlan, men eg haldi heldur ikki, at tað skal vera so lætt. Eg haldi, at man skal merkja, at onkur hevur vundið blóð úr hesum her. Eg fór inn í hetta projektið púra opin og hevði í grundini slept øllum hugskotun­um, ið eg hevði um fløguna frammanundan. Tað dugdu tónleikararnir, sum eg valdi at hava við, eisini væl at fata, og teir sloppu at spæla tað, ið teir vildu. Hetta hevur gjørt, at tónleikurin hevur fingið lív frá øðrum enn mær. Men hvør veit; kanska verður tann næsta totalt bara eg og eingin annar. Í hvussu er má man geva pláss til at lata seg sjálvan og tónleikin broytast og útviklast, tí listin og núið broytist allatíðina, og um man ikki kann útvikla seg sjálvur, kann man akkurát tað sama halda seg burtur frá henni.

- Mín ambitión er at skapa list, sum er beint nú. At gera tað, sum er nýtt her og nú. Eg tími ikki at gera sovorit, sum er gjørt fyrr. So kann tað diskuterast, um eg klári tað, til dømis við fløguni, men tað er í hvussu er tað, ið eg royni at gera.

- Eitt dømi er, at fløgan er spæld inn live í einari upptøku, og tað er øgiliga lítið, sum er lagt inn aftaná. Tað hevur nógv at siga fyri meg listarliga at arbeiða uppá hendan mátan, tí tað gevur eina heilt serliga nærveru í tað, sum tú skapar.

- Eg byrjaði við sjálv at standa fyri framleiðsluni av fløguni, men so við og við var eg við at blíva svøk av at lurta eftir henni aftur og aftur. Finnur Hansen tók yvir og produseraði hana lidna. Hetta var gott fyri hana, tí hann kom inn púra objektivur og gav sítt til at gera tað betri.

 

At skapa tónlist

- Eg haldi, at man er noyddur til at vera eitt sindur service sinn­að­ur, tá man ger tónleik. Um ein tekstur til dømis er forferdiliga tungur, er tað ikki altíð gott at seta hann inn í eitt líka forferdi­liga tungt lag. Eg havi sjálv flutt mínar tekstir nógv aftur og fram fyri at finna útav, hvørjum hami teir rigga best í. List skal nevni­liga serverast ordiligt. Tað er týdningarmikið, at tað er so gott, at áhoyrarin følir tað sum um, at hann bara skal taka ímóti. Og dámar honum tað, ið hann sær og hoyrir, so fært tú tað nógvar ferðir aftur. Tann orkan, ið verður skapt úti í salinum, kemur aftur til tín, og tú kanst brúka hana til at taka upplivingina enn hægri.

- Eg vil eisini gjarna, at tekst­urin skal vera so lítið fokuser­aður á meg sjálva sum gjørligt, soleiðis at onnur kunnu identi­fisera seg við hann. Eg royni til dømis at taka hann úr fyrsta per­sóni og lata vera við at lýsa heilt detaljeraðar hendingar. Tí hví skulu onnur vita, akkurát hvat eg geri og hví? Tað er nokk at lýsa stemningin, hugsanina ella kensl­una. Áhoyrarin er kom­in bara fyri at lurta eftir tær. Fyri at sita stillur og lurta eftir, meðan tú situr stillur og fram­førir. Tað er ótrúliga eyðmýkj­andi. At onnur sita still, bara tí at tú spælir.

- Eg haldi, at tað er torført at lesa mínar egnu tekstir. Eg havi jú skrivað teir sjálv og kann ongantíð taka frástøðu frá teim­um. Eg havi enn ikki lurtað fløguna ordiliga ígjøgnum, síðani hon kom út, tí eg føli, at eg má bíða eitt sindur, áðrenn eg fái lurtað ordiliga aftur. Tað var fakt­iskt ikki fyrr enn nú ein dagin, at eg setti meg at lurta eftir barna­fløguni, sum eg gav út í 1999, og tað eru næstan 10 ár síðani. So tað tekur tíð.

- Tað er eisini týdningarmikið at hava varietet í og at tora at lata onnur fólk hava ávirkan. At brúka tað, sum onnur gera, sjálvt um tær kanska ikki dámar tað, fyrstu ferð tú hoyrir tað.

 

Tað, tú vilt, tá tú vilt

- Gerandisdagurin er so ræðuliga nógv øðrvísi nú og í mun til, tá eg var tannáringur,. Tá var eg altíð stressað um, hvat eg skuldi velja at takast við. Nú er nógv róligari, tí eg geri bara alt tað, sum eg vil. Eg fann útav eina­ferð, at eg væl kundi tað. Tað er í grundini nokso mannfólkaligt at hugsa, at man bara kann fáast við eitt ting her í lívinum.

- Beint nú havi eg nógvar verkætlanir í huganum. Eg vil ógvuliga gjarna í gongd við mynd­listina aftur, sum hevur verið alt ov undirprioriterað í seinastuni, tí eg havi ikki havt yvirskot. Men eg veit ongantíð, akkurát hvat eg fari at gera í fram­tíðini. Eg geri tey tingini, sum eg geri, og so taki eg tað næsta, sum tað kemur. Eg haldi nevniliga ikki, at man nakrantíð kann vera ordiliga sikkur í, hvat man vil, og tí er tað ómøguligt bara at velja eitt burturúr. Tí geri eg tað, sum eg havi hug til, tá eg havi hug til tað. Hetta er sovorit, sum 8-16 fólk blíva totalt stressað av.

 

 

Vitja Jensinu á myspace og hoyr tvey løg av fløguni umframt lagið til sendingina Ding Dang Pappsang: myspace.com/jensinaolsen