List í Miðlan

Hendan mánaðin hevur Jórun Jensen listaframsýning í Miðlan Eftir at hava fingist mest við at skapa pløgg við seyming, binding og til tíðir eisini við veving hevur Jórun Jensen hildið seg meri til málningalistina tey seinnu árini.

Tá hon málar, har sum hugurin er, verður tað ofta til eina gamla bygdamynd úr Føroyum, har nøkur fá hús síggjast, sjógvur og skip ella sluppir siga frá eini mentan og upplivingum úr einari farnari tíð. Fyri Jórun er hetta ikki eitt arbeiði men eitt ítriv sum hvíld fyri sál og sinni.

Á framsýningini í Miðlan hevur hon myndir úr Fugloy, haðani omman var ættað, og Jórun hevur ein serligan alsk til Fugloynna, Vatnsoyrum, av Tralanípu, Leitisvatni, Bø, Elduvík, Viðareiði, úr Dali og ymsastaðni á Sandoynni.

Framsýningin í Miðlan er opin hendan mánaðin.