Sambandsflokkurin hevur eina framgongd uppá 3,2% í mun til seinasta løgtingsval, úr 18% uppí 21,2%. Hetta gevur flokkinum ein tinglim afturat, so at hann sambært kanningini fær sjey tinglimir.
? Hetta er eitt pent tal samanborið við seinasta val, sum var vánaligt hjá Sambandsflokkinum, men undirtøkan skal blíva enn størri. Eg eri tó glað um, at flokkurin hevur framgongd, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon heldur, at teirra boðskapur er komin væl út til fólkið. Nú skal flokkurin koma klárari út til fólkið við sínum sjónarmiðum.
Lisbeth metir hinvegin ikki, at veljarar hjá sjálvstýrisvonginum hava fingið sannleikan at vita.
? Tað verður sagt, at vit kunnu varðveita sama samfelagið eftir fullveldistøkuna, men tað verður ikki so, sigur Lisbeth, sum leggur samgonguna undir at bera veljarunum ósannindi í fullveldismálinum. Hetta er kjarnin í sjálvstýrismálinum, heldur hon.
Lítla undirtøku sum løgmaður
Í kanningini verða fólk eisini spurd um teirra besta boð upp á løgmann. Har fær Lisbeth L. Petersen bara 7,7 prosent, meðan fráfarni formaðurin, Edmund Joensen, fær niðanfyri tey 5 prosentini. Formenninir í hinum flokkunum hava væl betri undirtøku.
Næstan 30 prosent vísa á Anfinn Kallsberg sum besta boðið, meðan Jóannes Eidesgaard fær beint omanfyri 15 prosent, og Høgni Hoydal fær beint niðanfyri 15 prosent.
Hetta kundi bent á, at Sambandsflokkurin framvegis ikki kann vísa á eitt løgmansevni, sum hevur stóra undirtøku í fólkinum.
? Vit hava enn ikki tosað um eitt løgmansevni í flokkinum, men vit hava ongan trupulleika við hesum, tí tað verður avgreitt til næsta val, sigur Lisbeth.
Lisbeth sigur hinvegin, at fær Sambandsflokkurin stóra undirtøku til næsta val, so vil flokkurin hava løgmannin.
Til ta stóru undirtøkuna hjá løgmanni sigur Lisbeth, at orsøkin er ikki, at hann er tann besti løgmaðurin, vit eiga, men undirtøkan kemst heldur av, at hann situr í sessinum frammanundan.
Kampvalið ikki ringa ávirkan
Sambandsflokkurin hevur fingið frægari undirtøku í øðrum veljarakanningum, sum hava verið gjørdar í seinastuni. Tað kundi tí bent á, at kampvalið millum Edmund Joensen og Lisbeth L. Petersen hevur havt ringa ávirkan á flokkin.
? Eg haldi ikki, at kampvalið hevur havt ringa ávirkan á flokkin, tí vit arbeiða jú fyri somu søk. Vit hava spælt við opnum kortum í sambandi við valið allatíðina, so tað skuldi ikki skatt flokkin nakað. Tað er jú vanligt at skifta formann av og á, sigur Lisbeth L. Petersen.
Til næsta val heldur Lisbeth, at tað mest natúrliga samstarvið er við Javnaðarflokkin, og tað vísir veljarin hjá Sambandsflokkinum eisini á.
? Tað eru bara tveir flokkar, sum hava meldað út, at teir vilja vera í ríkisfelagsskapinum, og tí bindur hetta málið Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin saman. Tað mest natúrliga samstarvið er sostatt millum hesar báðar flokkarnar, vísir Lisbeth L. Petersen á.