Lisbeth er ovfarin og glað

Lisbeth L. Petersen, formaður í Sambandsflokkinum er serliga glað fyri, at fyrsta val hennara sum flokksformaður gjørdist ein stórsigur til Sambandsflokkin. Men hon er samstundis ovfarin av úrslitinum, sum hon ikki hevði roknað við

Fólkatingsvalið

Edvard Joensen


Tað er fólkahugsanin í Føroyum í løtuni, sum hevur givið Sambandsflokkinum tað góða valúrslitið, sum hann fekk, heldur formaðurin. Fullveldistankin hevur ikki ta undirtøku, sum samgongan hevur hug at føra fram, sigur Lisbeth L. Petersen, formaður í Sambandsflokkinum, sum var fyrst valda fólkatingsumboð føroyingar á valinum týsdagin.

?Eg havi følt eina stóra ábyrgd, nú eg fyri fyrstu ferð havi verið úti í einum valstríði og vali sum floksformaður, sigur hon. Og eg eri øgiliga stolt av, at tað gekk so væl fyrstu ferð.

Lisbeth L. Petersen sigur, at tað eftir hennara tykki er tað breiða valstríðið, Sambandsflokkurin hevur ført, sum hevur givið úrslit. Hóast hon er formaður, er tað ikki hon, sum hevur verið førd fram sum tað stóra savnandi valevnið, toppkandidaturin, hjá flokkinum. Heldur hevur ein breiður politikkur verið kunngjørdur, sigur Lisbeth L. Petersen.

Heldur ikki hevur Sambandsflokkurin verið tann, sum hevur rópt hart og veipað nógv undir valstríðnum, men heldur skilagott sagt frá sínum sjónarmiðum. Og tað metir hon avgjørt, at fólk hava lagt merki til og tikið til sín.

Lisbeth L. Petersen var so ovfarin av úrlitinum valkvøldið, at hon hevði líkasum ikki gjørt sær greitt, hvat hon nú fer at gera.

?Eg má fyrst fara heim at sova upp á hetta her, og síðan gera mær greitt, hvat eg fari at gera á Fólkatingi, var svarið, Sosialurin fekk upp á spurningin, beint eftir, at valúrslitið var komið týskvøldið.



Mynd- Lisbeth

Myndatekstur:

Lisbeth L. Petersen er glað og ovfarin av valúrslitinum, sum hon heldur vera úrlsit av breiða valupplegignum hjá Sambandsflokkinum

Mynd: Jens Kristian Vang