Lisa Frederiksberg (FØ)

Ein av mest seldu fløgunum í Føroyum í fjør var ‘Reis teg upp’ hjá Lisu Frederiksberg, sum kom út í august mánaði. Føroysku og føroyskaðu sangirnir gingu beint inn í hjartað á føroyingum, og 2000 eintøk vórðu seld eftir stuttari tíð.


Lisa var eisini á Fjarðafestivalinum í fjør, men av sera natúrligum ávum var hon ikki eins uppsett, sum hon hevði ynskt:


- Seinasta ár stóð eg á pallinum við stórum búki, og skuldi eiga hvørja løtu. Tað gjørdi eg so eisini fáar dagar eftir Fjarðafestivalin. Og hóast tað var fantastiskt, so setti tað eisini sín dám á framførsluna, sigur Lisa, sum gleðir seg til at traðka á pall í ár – uttan búk:


- Sum sagt, so gjørdist eg mamma, og ein nýføðingur krevur sítt. Tíðin hevur ikki verið til tað, og ein hevur ikki havt neyðuga yvirskotið.

- Eg havi sum so ikki havt nakra útgávukonsert, so ein kann siga, at talan verður um eina seinkaða eina, sum eg gleði meg nógv til.


Við sær á pall hevur Lisa tónleikarar úr Kelduni, sum hava spælt við henni fyrr. Men sum nakað serligt fer Beddi Hansen úr Klaksvík at hjálpa til á sologittara:


- Vit hava manglað ein sologittarist, og tí verður tað serliga stuttligt at hava Beddi við fyri fyrstu ferð.


Lisa og bólkur hennara fara at framføra løg av ‘Reis teg upp’, men tað verður eisini pláss fyri øðrum:


- Umframt at spæla okkurt av ‘Reis teg upp’, verður eisini okkurt lag hjá Gaither og okkurt hjá Amy Grant á skránni.


- So tað verður rættiliga væl blandað. Frá stillum balladum til lætt kontry.