LISA fingið búmerki: Moyggin hjá Williami Heinesen uppí part

Búmerkjakappingin, sum Listafólkasamband Føroya, LISA, skrivaði út fyri nøkrum mánaðum síðani er komin at enda, og nú er ein vinnari kosin. Vinnarin vann tí búmerkið er vakurt og lættlisið, fangar eygað og lyftir uppskotið á eitt listarligt støði, verður sagt frá LISA

Ingi Joensen kann nú stoltur siga, at hann er skaparin aftanfyri snotuliga búmerkið, ið LISA nú fer at prenta á brævpappír, brævbjálvar og annað.
Tann annan apríl hevði Listafólkasamband Føroya sett freistina til at vera við í búmerkjakappingini, og komu 43 uppskot inn. Hetta var eisini gjørt í samband við 20 ára dagin hjá felagnum.
Í nevndini, sum hevur valt búmerkið út sótu Oddfríður M. Rasmussen, Jenny Petersen og Jens Fredriksen frá LISA, og harafturat trý utanveltað, sum vóru Gunnar Hoydal, Maifinn Norðoy og Jan Andersen.
? Vit hugdu øll uppskotini í gjøgnum og síðani valdu vit eini 7-8 burturúr, sigur Oddfríður M. Rasmussen, sum umframt at hava verið við til at velja búmerkið, er formaður í LISA.

Limur í LISA

Ingi Joensen, sum sjálvur er virkin og limur í LISA, átti vinnandi uppskotið. Búmerkið er blátt og hevur gular stavir. Annar bókstavurin "I" er ein moyggj, sum er verk hjá Williami Heinesen.
? Sjálvur haldi eg, at hugskotið var upplagt, sigur Ingi Joensen. ? William Heinesen var uppi í næstan øllum listarligum arbeiði, og tí valdi eg at finna fram til okkurt konufólk av Williami, sum ein so eisini kundi knýta til konufólkanavnið LISA.
Ingi veit ikki rættiliga, hvussu langa tíð hann hevur brúkt uppá, at gera búmerkið, men hann sigur, at nógv tíð, millum annað er farin við at finna fram til konufólk, sum hann kundi brúka. Men hugskotið kom beinanvegin, og síðani var bara eftir at spæla sær við tankanum.
Virðislønin frá LISA var ein kekkur uppá 15.000 krónur.

Myndatekstur: Ingi Joensen vann búmerkjakappingina hjá LISA, og fekk ein kekk uppá 15.000 krónur

Mynd: Finnur Justinussen