Lis og Annlis stjórna Javna

Javni hevur fingið nýggjan forkvinnu og dagligan leigara. Lis Eklund í Niðristovu er forkvinna, meðan Annlis Bjarkhamar er settur sum dagligur leiðari

Leygardagin 29. oktober kl. 15.00 helt Javni eykaaðalfund. Á skránni var val av formanni og val av nýggjum nevndarlimi. Lis Eklund í Niðristovu, nevndarlimur, var vald til formann, og í hennara stað kom Turid Askham í nevndina.
Nýggi formaðurin, Lis Eklund í Niðristovu, hevur drúgvar leiðsluroyndir. Í mong ár var hon stjóri á Hotel Føroyum, og eitt skifti sat hon í nevndini í Javna. Eftir steðg í nøkur ár var hon aftur vald í nevndina í Javna seinasta vár, og nú á eykaaðalfundinum tók hon við formansstarvinum.
Støðan var tann, at á ársaðalfundinum 30. apríl hevði tað ikki eydnast at fáa nakað formansevni undan aðalfundinum, tá formaðurin seinastu árini ikki tók við afturvali. Sostatt var avgjørt at boða til eykaaðalfundar, tá formansevni var tókt. Fyribils skuldi so næstformaðurin vera virkandi formaður.
Síðani ársaðalfundin í apríl hevur nevndin tí arbeitt við spurninginum, hvussu best er at skipa felagið. Hetta førdi so til, at dagligur leiðari er settur at reka virksemi felagsins, so formansstarvið í størri mun verður saman við nevndini at stinga út í kortið. Nevndin ætlar at leggja dent á at skipa arbeiðið meira sum avmarkaðar verkætlanir, har tað vónandi ber til at fáa fleiri fólk at taka lut.
Undan aðalfundinum leygardagin hevði Javni eisini fund við økisnevndirnar. Á fundinum var arbeitt við at raðfesta uppgávurnar, ið Javni skal arbeiða við komandi tíðina umframt at savna ítøkilig hugskot um, hvussu farast skal til verka. Á fundinum varð eisini kunngjørt, at Javni hevur sett Annlis Bjarkhamar í starv sum dagligan leiðara. Annlis Bjarkhamar er útbúgvin lærari, og hon hevur fjølbroyttar royndir sum verkætlanarleiðari umframt royndir sínar frá politikki. Eitt skifti var hon jú landsstýriskvinna í skúla- og mentamálum. Sjálv kennir Annlis eisini nakað til viðurskiftini hjá menningartarnaðum.
Javni, ið er eitt gamalt felag, hevur øll árini verið eitt virkið felag. Við nýggja bygnaðinum ynskir nevndin at laða felagsarbeiði eftir teimum krøvum og umstøðum, sum nútíðin hevur. Aðalmálið er enn sum áður at stuðla fólki við menningartarni og teirra avvarðandi.