Lions Tindur sigur, at framsýningin, sum verður opin leygardagin frá 14 til 17, verður í ovaru hæddini í bygninginum hjá Sands kommunu, og atgongumerki á 50 krónur er eisini ein lutaseðil.

Lions Tindur hevur listaframsýning á sandoyarstevnu

Hetta verður ein framsýning við verkum frá Steinprenti, og listaverkini verða til sølu á framsýningini.

Lions Tindur sigur, at framsýningin, sum verður opin leygardagin frá 14 til 17, verður í ovaru hæddini í bygninginum hjá Sands kommunu, og atgongumerki á 50 krónur er eisini ein lutaseðil.

Nú sandoyarstevna verður um vikuskiftið, har nógv ymiskt verður á skrá, fer Lions Tindur eisini at hava eina listaframsýning.

Hetta verður ein framsýning við verkum frá Steinprenti, og listaverkini verða til sølu á framsýningini.

Lions Tindur sigur, at framsýningin, sum verður opin leygardagin frá klokkan 14 til 17, verður í ovaru hæddini í bygninginum hjá Sands kommunu.

Atgongumerki til framsýningina, sum eisini er ein lutaseðil, kostar 50 krónur. Vinningurin er eitt listaverk, sum hevur eitt virði á 3000 krónur.

- Kalendarin verður eisini at fáa til keyps, siga tey í Lions Tindur, sum vóna, at nógv fara at møta upp til framsýningina leygardagin.

Lions Tindur arbeiðir við vælgerandi endamálum, og í felagsskapinum fegnast tey eisini um, at Mowi stuðlar tiltakinum á Sandi leygardagin.