Lions Club Tórshavn hevur við 50.000 krónum stuðlað einari verkætlanin, ið hevur til endamáls at menna ein føroyskan talukennara. Henda verkætlan er framhald av teldutaluni, sum hevur verið til síðan 2005 og virkin síðan 2013.
Tá føroyska teldutænastan kom, var tað ein stór hjálp hjá serliga blindum og sjónveikum, umframt lesiveikum og orðblindum. Men, enn er ikki heilt komið á mál, tí tað er eitt ynski hjá serliga hesum bólkum, at vit eisini fáa ein føroyskan talukennara, har tosað verður á føroyskum, og har talan fæst á skrift.
Ein slíkur talukennari skal kunna brúkast á teldu, telefon og yvirhøvur sum eitt amboð, har samskift verður. Við teldutaluni, sum lesur upp allan skrivaðan tekst, og síðan við talukennaranum, kunnu blind, sjónveik, lesiveik og onnur gerast sjálvboðin og nema sær útbúgving, vera við í almenna kjakinum, arbeiða og hava eitt virðiligt lív.
Av allari máltøkni er talukennari tann, ið vinnur mest fram nú á døgum, tí næstan alt Evropa brúkar telukennarar í almennum tænastum – nevnast kunnu sjónvarpsteksting, brekhjálp, diktering av sjúklingajournalum, borgaratænastur, gransking og málundirvísing.
Í nógv flestu førum er talan um enskt mál, sum kann vera ein avbjóðing. Tí er tað av størsta týdningi hjá øllum teimum norðurlendsku málunum - og tí eisini føroyskum - at menna góðar talukennarar, so henda hjálp eisini kann vera tl gagns á øllum gerandismótum.
Hetta er eitt endamál, sum til fulnar er í tráð við hjálpararbeiði, sum Lions Club Tórshavn mangan hevur stuðlað, og tí eru 50.000 krónur latnar grunninum “Føroysk Teldutala - Føroyskur Talukennari”, so tað skal bera til at menna føroyska talukennaran, ið skal kunna takast niður á netinum, brúkast online og vera fríur at brúka hjá øllum.
Hetta sigur Lions Club Tórshavn í tíðindaskrivi í morgun.