Lions-jólahugni í Viðarlundini

Eins og undanfarin ár skipar Lions Club Tórshavn sunnudagin fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn, og ágóðin av tiltakinum fer hesa ferð til átakið, ?Í menniskjum góður tokki?.

Seinnu árini hevur verið fastur siður, at Lions Club Tórshavn skipar fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn fyrsta sunnudag í advent, og í ár er heldur einki undantak. Tiltakið verður nú sunnudagin frá klokkan 14 til 16.30, og á skránni er jólahugni í orðsins breiðastu merking.

Á hvørjum ári er tiltakið sera væl vitjað, og Lions Club Tórshavn vónar og væntar, at so verður hesa ferð eisini. Longu leygardagin verður gjørt klárt, bæði við tilfari til og við at gera jóladekoratiónir, ið bæði tvey kunnu fáast til keyps í Viðarlundini sunnudagin, eins og brenni eisini verður tað.

Sum vanligt, verður ymiskt til undirhalds, tí enn eina ferð kemur Havnar Hornorkestur at spæla, umframt at jólamenn eisini vitja við onkrum góðum til børnini. Somuleiðis ber til at keypa kakao, bollar, vaflur og sunkist í Viðarlundini, har fleiri sølustøð verða.

Alt økið verður pyntað við ljósketum, ið vera hongdar upp í greinarnar. Eisini verður hugnaligt bál, og í sjálvari ánni verða eisini ljósbluss. Syrgt verður somuleiðis fyri, at bæði børn, ung og tilkomin kunnu byrja jólastákanina og adventina við góðum hugnaligum jólatónleiki.

Talan er um eitt tiltak, ið er fyri alla familjuna, samstundis sum fólk kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli. Hesa ferð fer ágóðin til átakið, ?Í menniskjum góður tokki?, sum hjálpir børnum í familjum við truplum fíggjarligum korum, so tey kunnu halda eini virðilig og góð jól.