Lionel Messi fær ikki nógva hjálp í kvøld

Champions League: Barcelona hevur bara 13 royndar spælarar til dystin móti Napoli, og Chelsea hevur brúk fyri einum undri

Í kvøld verða tvær tær seinastu 1/8 finalurnar í Champions League kappingini. Á Camp Nou møtast FC Barcelona og Napoli. Fyrra uppgerðin endaði 1-1. Bayern Munchen er á odda 3-0 undan returdystinum í Týsklandi móti Chelsea.

Sermerkt fyri FC Barcelona er at felagið hevur bara 13 spælarar við royndum á besta liðnum tøkar. Miðvallararnir Sergio Busquets og Arturo Vidal hava leikbann, miðverjin Samuel Umtiti er skaddur og skjóti framherjin, Ousmane Dembélé, er júst byrjaður at venja við liðfeløgunum, eftir langtíðarskaða í baklærinum.

Hartil er brasilski miðvallarin, Arthur, burturblivin í øðini. Hann er seldur til Juventus og er ónøgdur við handfaringina av skiftinum. Hann noktar tí at spæla fyri FC Barcelona í løtuni. Góðu tíðindini eru at Antoine Griezmann, Clement Lenglet og Frenkie de Jong eru allir klárir.

Tað er kreppa í felagnum og tey eru fáu, sum vænta at venjarin, Quique Setien, verður venjari aftur komandi kappingarár. Einasti møguleikin er við at vinna Champions League. Í kvøld hevur hann 13 spælarar við royndum á besta liðnum, men 1-1 javnleikurin í Napoli gevur heimaliðnum ein fyrimun.

##med2## 

Gestirnir hava trupulleikar í verjuni. Kostas Manolas og Nikola Maksimovic eru skaddir, men Lorenzo Insigne er blivin klárur. Hann er ein lyklaspælari hjá Napoli, sum skal skora í kvøld fyri at hava ein kjans at koma víðari.

Bara eitt undur kann hjálpa Chelsea

Týski risin er á odda 3-0 frá fyrra dystinum á Stamford Bridge, sum er heimavøllurin hjá Chelsea. Tí skal nógv henda, um Bayern Munchen ikki verður ein partur fjórðingsfinalunum í komandi viku. Kingsley Coman verður ikki við fyri vertirnar, men tað einki afturímóti tí, sum Chelsea skal klára seg uttan.

##med3## 

Christian Pulisic, Cesar Azpilicueta og Pedro fingu allir skaða í FA Cup finaluni.  Ruben Loftus-Cheek og Billy Gilmour eru langtíðarskaddir, meðan Marcos Alonso og Jorginho hava leikbann. Sum um tað ikki var nokk, so eru Willian og N'Golo Kante ivasamir.

Champions League 1/8:

Í dag:

FC Barcelona (1) – (1) Napoli (20.00)

Bayern Munchen (3) – (0) Chelsea (20.00)

Í gjár:

Juventus (0) – (1) Lyon 2-1 (1-1)

0-1  Memphis Depay, 12 br

1-1  Cristiano Ronaldo, 43 br

2-1 Cristiano Ronaldo

Lyon vinnur samanlagt 2-2 við regluni um útivallarmál

##med4## 

Manchester City (2) – (1) Real Madrid 2-1 (1-1)

1-0  Raheem Sterling, 9

1-1  Karim Benzema, 28

2-1 Gabriel Jesus

Manchester City vinnur samanlagt 4-2

Fjórðingsfinalur: August 12-15 (Lisbon)

Manchester City - Lyon

RB Leipzig vs Atletico Madrid

Napoli/Barcelona – Chelsea/Bayern Munchen

Atalanta - PSG 

Hálvfinalur: August 18-19 (Lisbon)

Manchester City/Lyon - Napoli/Barcelona ella Chelsea/Bayern Munich

RB Leipzig/Atletico Madrid – Atalanta/Paris Saint-Germain

##med5##

Champions League finalan verður 23. august á Estadio da Luz leikvøllinum í Lisbon í Portugal.