Frystilínuskipið Klakkur, sum brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen eiga saman við Kósini, kom í gjár á fiskileið yviri á Flemish Kap, har eitt annað frystilínuskip - Kambur - hevur roynt í nakrar dagar.
Eitt annað línuskip, sum longu hevur gjørt sín fyrsta túr á Flemish Kap í ár, er Váðasteinur, sum hevði góða veiði har yviri.
Tá in.fo fyri løtu síðan hevði Bethuel Johannesen í telefonini, segði hann, at teir júst vóru í holt við at draga fyrstu setuna á túrinum.
- Her er illveður í dag, og higartil hevur lítið av fiski verið á línuni, umframt at fiskurin hevur verið smáttfallandi.
Bethuel Johannesen ivast tó onga løtu í, at Klakkur fer at koma í fisk, og kanska er tað veðrið í dag, sum órógvar.
Skiparin á frystilínuskipinum Kambi, Mortan Mortensen, segði við Rás2 í gjár, at fiskiskapurin á Flemish Kap higartil hevur verið góður - og eins góður, og hann var í fjør, tá Kambur gjørdi fleiri ísfiskatúrar har yviri.
Skipari á Klakki henda túrin er Líggjas Johannesen, men hann var niðri á dekkinum, tá in.fo hevði Klakk í telefonini.
Bethuel Johannesen sigur, at tá teir komu á Flemish Kap í gjár, høvdu teir onkran pakka við til manningina á Kambi, og tað gekk væl at fáa pakkan yvir.
- Jú, vit eru spentir eftir at vita, hvussu hetta fer at rigga, nú vit eisini eru farnir at frysta, men vit vænta avgjørt, at hetta er ein gongd leið, sigur hann.