Í nátt klokkan 03.30 tók verjuskipið Brimil ein línubát, sum fiskaði í einum stongdum kassa norðanfyri Føroyar.
- Nú skal veiðan landast, og nøgdin skal metast. Síðani fær línubáturin óivað eina bót. Umframt hetta verður veiðan burturbeind. Vit er í ferð við at skriva eina frágreiðing um hetta, sigur vakthavandi í morgun.
Umframt ólógliga fiskiskapin hevur eisini eitt harðskapsmál verið í nátt. Les meira á in.fo um hetta.










