Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu, hevur ikki tikið støðu enn, um hann fer at stilla upp til kommunuvalið.
– Nú nærkaast, so nú noyðist eg næstan at taka støðu, sigur hann við in.fo í dag.
– Her er so nógvur aktivitetur, at eg noyðist nokk at stilla upp. Vit hava jú fimm stórar verkætlanir í gongd, so tað verður nokkso vanskiigt at blaka tað frá mær, sigur hann.
Linjohn Christiansen er tann borgarstjórin sum hevur sitið longst - síðan 1989.
– Tað er sjálvandi enn meira áhugavert nú í dag, enn tað hevur verið fyrr. Serliga tunnilin hevur gjørt tað, sigur hann.