Lindin hevur seinastu árini savnað pening inn til ymisk evangeliskt arbeiði kring heimin.
Leygarkvøldið er ætlanin at hjálpa samkomum í Grønlandi, við m.a. at veita peningaligan stuðul og tekniska hjálp.
Fríkirkjurnar undir INO ætla nevniliga at byrja eitt útvarpsarbeiði. INO “Inuunerup Nutaap Oqaluffa” fevnir um sjey samkomur, sum liggja í Nuuk, Maniitsoq, Sisimiut, Aasiaat, Ilulissat, Kullorsuaq og Upernavik.
Í hesum sambandi fer Lindin at hava eina stuðulssending komandi leygardag, har lurtararnir fáa høvið at stuðla við at ringja inn og tekna teg fyri eina ávísa upphædd. Sendingin byrjar kl. 15 og endar kl. 23.
Í sendingini fara vit at hava áhugavert prát við fólk í Grønlandi og við fólk her á landi, sum hava eitthvørt serstakt at siga frá í samband við Grønland, upplýsir Tór Arni Samuelsen, dagligur leiðari í Lindini.
Møguleiki verður eisini at hoyra sang og tónleik beinleiðis úr Evangeliihúsinum. Millum sangararnar eru Martin Joensen, Sigrid Rasmussen, Theodor Petersen, Birgit Thomsen, Kristina Bærentsen og Karl Johannesen.
Allir stuðlar hjá Lindini og onnur áhugaði eru vælkomin í Evangeliihúsið leygardagin millum kl. 16 og 18 til ein drekkamunn og at hoyra góðan sang og tónleik.
Kom væl við
Í fjør varð gjørt av, at peningurin skuldi latast til “Børn kring heimin”.
Hetta tiltakið fevndi um stuðul til trý støð: Eitt gentuheim í Nakuru í Kenya, summarlegur fyri børn í Rumenia og stuðul til arbeiðið millum børn í Kiev í Ukreina.
- Stuðulin kom væl við hjá øllum, kanska á ein serligan hátt hjá gentuheiminum í Nakuru, sum við peninginum fingu gjørt gentuheimið liðugt, júst áðrenn ófriðurin aftaná forsetavalið byrjaði av álvara, verður sagt úr Lindini.