Lindin senda alt samdøgrið

Mánadagin 4. september verður dagurin, tá kristna útvarpsrásin Lindin byrjar at senda alt samdøgrið sjey dagar um vikuna.

Í sendingum teirra í seinastuni hava teir víst á hesa øktu senditíðina, men annars hevur ikki verið so nógv sagt um, hvat teir ætla at víðka hesa við.
Kortini skilst, at ætlanin er at hava eina morgunsending á skránni. Enn er ikki avgjørt hvat heiti henda sending skal hava. Í hesum sambandi verður skipað fyri eini kapping, har lurtararnir kunnu koma við uppskotum um, hvussu henda sendingin skal eita. Ein  vinningur verður latin besta uppskotinum.
Annars er hetta ikki fyrstu ferð, at føroyskar útvarpsrásir senda alt samdøgrið. Í roynd og veru er hetta hent áður í tveimum umførum: Útvarpsrásin Atlantic Radio sendi alt samdøgrið, frá mai til oktober í 1999, og Rás 2, sum byrjaði at senda tann 14. desember 1999 sendi ta fyrstu tíðina eisini 24 tímar um samdøgrið.
Lindin er ein kristilig útvarpsrás, sum ikki er heft at nakrari ávísari samkomu. Nevndin í rásini er mannað við limum frá ymiskum samkomum, og byrjaði at senda í januar mánaði 2000.
Rásin verður fíggjað við stuðli frá fólki. Íalt eru omanfyri 60 sjálvboðin fólk, sum á einhvønn hátt hava tilmnýti til Lindina.
 
 
never mynd