Í sambandi við at kristiliga útvarpsstøðin Lindin fylti 10 ár hósdagin, verður føðingardagurin hildin í dag við móttøku og beinleiðis sendingum. Hósdagin 21. januar vóru 10 ár liðin síðan kristiliga útvarpsstøðin Lindin byrjaði at senda. Í hesum sambandi hevur føðingardagurin verið hildin í allan dag. Byrjað var kl. 9 í morgun, og sent verður framvegis beinleiðis við práti, tónleiki og onkrum broti úr eldri sendingum gjøgnum hesi 10 árini. Nøkur av teimum sum hava framført tónleik í dag eru Paula Gaard, Lena Andersen, Theodor Petersen og Anna D. Háberg, eisini koma Malan Lützen og Tummas Jacobsen at framføra. Hildið verða á at senda til út á kvøldið. Sendingin er eisini ein stuðulssending. Opið hús var í dag frá kl. 14-17, har nógv fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið.