Lindin 14 ár leygardagin

Stuðulstilak fyri kristiligu útvarpsstøðini verður hjá Østrem í Rættará í Havn leygardagin

Leygardagin skipar útvarpsstøðin Lindin yri serligum stuðulstiltaki í hølinum hjá Østrøm í Rættará í Havn. Hetta er í sambandi við, at 14 ár eru liðin síðani støðin sendi á fyrsta sinni – tann 21. januar i 2000.

 

Við 11 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 85 prosent av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 mill. Umleið 50 fólk, flestu teirra sjálvboðin, eru onkusvegna virkin í Lindini. Alt hetta ber til, tí so nógv standa saman um Lindina.

 

Stóri stuðulsdagurin í Østrøm nú leygardagin 25. januar byrjar kl. 9.00 við afturálítandi sending úr Lindini. Kl.13.00 lata dyrnar í Østrøm upp fyri øllum, og hildið verður á, líka til høvuðsvinningurin, ið er gávukort uppá 25.000 kr., verður drigin kl. 23.00. Dagurin verður eisini merktur av, at kendu listamálararnir Kári Svensson, Edith Mørkøre, Eli Smith, Sámal Toftanes og Eyðun av Reyni hava latið málningar fyri at stuðla Lindini. Kl. 21.00 fer Bjørn á Heygum at selja hesar málningar á uppboðssølu niðri í Østrøm.

 

– Eins og undanfarin ár fara vit at hava útvarpsprát við gestir, og livandi tónleikur verður við føroyskum bólkum og einstaklingum. Vit hava okkurt ábit til tey mongu, ið vit vóna vitja inn á gólvið. Lagt verður upp til ein stuðulsdag við serligum dámi og nógvum upplivingum, siga fyrireikararnir.

 

– Umframt málningarnar og høvuðsvinningin á 25.000 kr., sum er gávukort frá Fonn Flogi, sum P/f Varðin letur, luta vit gávur út, sum aðrar fyritøkur og privat stuðla Lindini við, m.a. gávukort frá Skemmuni á 10.000 kr. og gávukort og stuðulsgávur frá Gummibátatænastuni, Bakkafrosti, Lampubúðini, Fonn Flogi, Mariu Poulsen o.m.ø.

 

– Høvi verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul hjá Lindini, hækka stuðulin ella lata eina gávu. Tað kann gerast á heimasíðuni www.lindin.fo ella við at ringja til Lindina sama dag, har fólk verður at taka telefonina. Tlf. 321377 og SMS 521377, siga fyrireikararnir.

 

– Vit gleða okkum til dagin við takksemi til tykkum øll, ið stuðla, koma við vinningum, lýða á, luttaka og ikki minst til Hansara, sum gav Son Sín, Jesus Kristus, okkum til loysigjald, siga tey úr Lindini.