Linda Andrews er besti verturin

Linda Andrews, sum í gjárkvøldið hevði tríggjar kendar danir til døgurða í sjónvarpskapping á TV3, vann kappingina um at gera besti verturin. Í vikuni hevur hon saman við sjónvarpsvertinum á TV3 Mai-Britt Vingsøe Andersen, sjónleikaranum Søren Rislund og tónleikaranum Kristian Humaidan, sum er betri kendur sum rapparin UFO, kappast í sjónvarpssending um, hvør teirra var besti verturin.

 

Linda Andrews var vertur í gjárkvøldið, og hon hevði av sonnum gjørt nógv burtur úr. Teir tríggir gestirnir fingu millum annað serføroyskan mat ? turran fisk, turra grind, spik, epli og føroyskt øl og føroyskan snaps ? og hvør sín morreyða troyggju, føroyska húgvu umframt ein ferðaseðil til Føroya.

 

Alt hetta, umframt restin av góða matinum og blíðskapinum hjá Lindu Andrews, hevði við sær, at Mai-Britt Vingsøe Andersen, Søren Rislund og Kristian Humaidan valdu hana at vera besta vertin.

 

Umframt heiðurin vann Linda Andrews 10.000 krónur, sum skulu latast til vælgerandi endamál.