Lina og Remee nýta høvið at siga sína hugsan um Blachman, tá hann í gjár vegna sjúku var burturstaddur Thomas Blachman kann á ongan hátt sigast at verða diplomatiskur, tá hann tosar niðursetandi frá sínum dómarasessi. Í farnu vikur fekk Linda av at vita frá Blachman, og tá hansara egni Lucas fór úr kappingini segði Blachman við seoghoer.dk, at hann nú fór eftir at fáa ABC út.
Í gjár var tann vikuligi dómaratíðindafundurin, og tá tagdi Blachman. Orsøkin til hetta var, at hann var sjúkur. Lina Rafn og Remee fingu tískil frítt spæl á fundinum, og nýttu tey høvið at siga sína hugsan um Blachman.
- Nógv av tí hann sigur er rætt og til tíðir eisini musikalskt. Men til tíðir líða hansara fakligu førleikar undir hansara marknaðarføring av sær sjálvum sum tónleikararevsari, segði Lina og Remee helt fram.
- Hann hevur ótrúlig evni til at fáa seg sjálvan og onnur til at gloyma hansara mistøk, sigur Remee við Ekstra Blaðið.
- Thomas er tann sum helst vil vinna, sigur hann.
Orsøkin til at Blachman so fegin vil fáa ein av hansara egnu, Sidsel ella Mohamed, til at vinna er, at hetta sannlíkt er seinastu ferð at tann nógv umrøddu dómarin er við í X-Factor, og tískil vil hann allarhelst fara frá X-Factor sum ein vinnari.










