Í Føroyum hava vit ov linar revsingar fyri ávís lógarbrot.
Tað heldur landsstýriskvinnan í lógarmálum, Helena Dam á Neystabø.
Nú hevur hon sostatt sett hol á arbeiðið at dagføra revsilógina í Føroyum við tí endamáli at ávís lógarbrot skulu revsast harðari.
Revsilógin er donsk og tískil er hetta eitt arbeiðið, sum skal gerast í samráð við danska løgmálaráðið og tað arbeiðið er longu byrjað.
Helena Dam á Neystabø hevur sett sær sum mál at yvirtaka revsilógina næsta ár.
Men hon ætlar sær ikki at yvirtaka eina avoldaða revsilóg og tí er ætlanin at dagføra hana fyrst.
Tað arbeiðið eru hon og danska løgmálaráðið farin undir og hon vónar, at sum heystið líður, fæst greiða á, á hvørjum økjum tað er rætt at dagføra revsingarnar í Føroyum.
Danska løgmálaráðið situr nú og ger ein lista yvir tær dagføringar, sum eru gjørdar í Danmark og fær Helena Dam á Neystabø so eitt fullfíggjað yvirlit dagføringarnar.
Seinastu árini hava danir dagført revsilógina á nógvum økjum og Helena Dam á Neystabø sigur, at hendan næsta tíðin nú skal brúkast til at hyggja eftir, hvørjar av hesum dagføringum, tað kundi verðið upp á tal at sett í gildi í Føroyum, um dagføringarnar skulu vera tær somu sum í Danmark og um aðrar dagføringar eisini skulu gerast.
Tíðliga næsta ár
Gongur eftir ætlan, verður revsilógin sostatt dagførd í Føroyum í vár, áðrenn revsilógin verður yvirtikin.
Tær dagføringarnar, tað kann koma upp á tal at seta í gildi í Føroyum, skulu so leggjast fyri Løgtingið til viðgerðar og samtyktar og hon vónar at ein lógarpakki við dagføringum verður klárur at leggja fyri Løgtingið tíðliga næsta ár.
- Eg ætli mær ikki at dagføra eina afturútsiglda revsilóg fyri at føroyskir myndugleikar síðani skulu brúka nógva tíð og orku upp á at finna útav, hvørjar dagføringar skulu gerast. Tí skal revsilógin dagførast fyrst, so tá ið hon er yvirtikin, kunnu vit taka hana haðani frá og taka spurningin upp, hvørjar dagføringar tað kann verða rímiligt at gera afturat.
- Tað gera vit fyri at hava eitt betri og greiðari grundarlag at viðgera spurningin víðari út frá, sigur landsstýriskvinnan.
Hon heldur, at tað er neyðugt at føroyingar taka støðu til, hvussu ymisk lógarbrot skulu revsast.
- Almennu Føroyar mugu hava eina meining um, hvussu revsingarnar fyri ymisk lógarbrot skulu vera, leggur hon afturat.
Hon heldur, at tað verður ein áhugaverd tilgongd, tá ið føroyingar skulu taka støðu til slíkar ekstensiellar spurningar um, hvat vit halda vera skeivt og rætt og hvussu harðar revsingarnar skulu vera.
Kortini sigur, hon, at helst verður ikki stórur munur á revsingunum í Føroyum og í Danmark, tí støðan er tann, at í Norðurlondum er ikki so stórur munur á revsingunum.
Men revsilógin er ikki dagførd í Føroyum í mong ár, so tað er tiltrongt nú, heldur hon.
Spurningurin er so, hvørji lógarbrot, skulu revsast harðari í Føroyum, enn tey eru nú.
Provokerað av linari revsing
Landsstýriskvinnan sigur, at hon kennir ikki smálutirnar, men tað hevur fleiri ferðir verið frammi, at neyðtøka verður munandi linari revsað í Føroyum, enn tær verða í Danmark.
- Tað er rætt og tað er nettupp nakað, sum hevur provokerað men, sigur landsstýriskvinnan og hon væntar, at neyðtøka verður eitt øki, har vit kunnu vænta harðari revsing.
Annars nevnir hon, ágang ímóti børnum, harðskap, grov narkotikabrotsverk og grov lógarbrot í ferðsluni sum dømi um lógarbrot, talan kann verða um at revsað harðari enn nú.
- Ikki minst sigur mín rættvísiskensla mær, at brotsverk ímóti børnum eigur at verða harðari revsað enn t.d., fíggjarlig brotsverk, leggur hon afturat.
- Tað er á summum økjum, at vit sita eftir við eini fatan av, at okkara rættarkensla er sett til síðis og tað fara vit at royna at fáa í rættlag aftur, sigur Helena Dam á Neystabø.










