Sambært bretska blaðnum Sunday Times, ið hevur fingið atgongd til komandi
ársfrágreiðingina hjá felagsskapinum, so hevur felagsskapurin nógv at stríðast við. Serliga eru teir fíggjarligu trupulleikarnir stórir, samstundis sum stór innanhýsis ósemja ger arbeiði sera trupult.
Og støðan gerst ikki frægari av at Thilo Bode, ið samskipar arbeiði hjá Greenpeace International og teim 30 lokalu deildunum, nú hevur sagt seg úr starvi.
Víðgongdir
Ein av stovnarunum av Greenpeace, Patrick Moore, er í øðini inn á leiðsluna, og kallar hana fyri bæði víðgongda og vinstrahalla. Hann meinar eisini at leiðslan í dag ikki hevur evnini til at góðtaka vísindalig prógv í sínum arbeiði fyri eitt betri umhvørvi.
Sambært norsku tíðindastovuni NTB hevði Greenpeace fleiri enn fimm milliónir limir fyri 15 árum síðani, men í 1994 var talið um 4 milliónir. Seinastu tølini skulu vísa at nú eru ikki fleiri enn umleið 2,4 milliónir limir eftir.
Tey atfinningarsomu hava víst á at Greenpeace meir og meir minnir um felagsskapir og fyritøkur sum tey vanliga hava funnist at. Til dømis hevur tað ikki hóvað øllum umhvørvisvinarligum sálum, at Greenpeace fyri stuttum leigaði eina heila italienska bygd, har tey í eina viku hildu fund fyri leiðarum sínum. Og tey komu øll sjálvandi við flogførum til Italia.
Fíggjarligu trupulleikarnir merkjast nú í felagsskapinum, og krøvini frá leiðsluni í Amsterdam, har Greenpeace International heldur til, er at allar tjóðarligar deildir skulu geva eitt yvirskot. Gera tær ikki tað, so verða tær kastaðar út úr Greenpeace-familjuni.
Stongja deildir
Feskastu tíðindini siga at Greenpeace Ukraina skal latast aftur, og fyri stuttum læt írska deildin aftur.
Her í Norðanlondum hevur gingið av skriðuni seinnu árini. Í Noregi kom felagsskapurin við egnari deild í 1988, men í 1998 var tíðin komin til at lata aftur. Greenpeace Noreg, Greenpeace Svøríki og Greenpeace Finland blivu í 1998 lagdar saman til eina deild við skrivstovu í Stockholm. Fyri einum ári síðani var tíðin komin til at lata aftur í Danmark. Greenpeace Danmark er nú eisini ein partur av Greenpeace Norden í Stockholm.
Í USA hevur felagsskapurin seinastu fimm árini mist meir enn 700.000 limir, og hevur í dag umleið 300.000 limir. Í Stórabretlandi er meir enn hvør triði limur horvin seinastu fimm árini, og har eru í dag umleið 200.000 limir eftir.










