Limaskap í ICCAT við kvotu

?ICCAT sleppur ikki at stýra okkum, og vilja teir hava okkum sum lim skal kvota fylgja við, sigur fiskimálaráðharrin Jørgen Niclasen eftir at hava fingið hvassorðað bræv frá ICCAT

 

Vanligt er at Fiskimálastýrið fær bræv frá tunfiskafelagsskapinum ICCAT, men helst ongantíð hevur Fiskimálastýrið fingið so hvassorðað bræv sum nú síðan tunfiskiskapurin tók seg upp í føroyskum sjógvi, og føroysk skip fóru at fiska tunfisk í altjóða sjógvi.

ICCAT felagsskapurin krevur, at Føroyar gerast limur í felagsskapinum, men hetta skal verða limaskapur uttan nakra kvotu. Men fiskimálaráðharrin Jørgen Niclasen fer at svara ICCAT, at gerast Føroyar limur í felagsskapinum, so skal kvota fylgja við.


Ikki vestanfyri

? Vit eru í somu støðu sum Ísland og vit hava eisini avtalað landanna millum at vit skulu standa saman í hesum máli, sigur Jørgen Niclasen. Og leggur aftrat, at Fiskimálastýrið fer ikki at nokta skipunum at fiska tunfisk í føroyskum sjógvi og síðan at fylgja tunfiskinum í altjóða sjógv, út í Eysuratlantshavið.

? Men ætlanin er ikki, at skipini skulu royna í Vesturatlantshavinum nú, sigur Jørgen Niclasen og sipar sostatt til uppdeilingina av Atlantshavinum hjá ICCAT, har USA og Japan hava kvotu vestanfyri, og europeisku londini og USA og Japan hava kvotu eystanfyri.

Seinastu árini hevur ICCAT sent Fiskimálastýrinum átalur, men ikki áður hevur orðalagið verið hvast, men sum skilst á Jørgen Niclasen, so eru hvørki føroyingar ella íslendingar at vika í hesum spurningi um at fiska á egnum sjóøki.