Lillian leitar eftir sjeiki í donskum sjónvarpi

Føroysk popprinsessa skal finna sín prins. Soleiðis stendur at lesa á heimasíðuni hjá donsku sjónvarpsrásini TV3, har tey í løtuni lýsa við føroysku Lillian Dalsgaard í eini nýggjari sending, sum eitur 6 på date.

 

Talan er um eina datingsending, sum fyrstu ferð bleiv víst fyri einum mánaði síðani. Hvørja viku ber til hjá hyggjarunum at fylgja við, tá høvuðspersónurin í sendingini hevur fimm dagar til at velja ein av annan persón at koma við sær á eitt nú spa-uppihald.

 

Á heimasíðuni hjá TV3 skriva tey, at høvuðspersónurin komandi viku er ein ordans popprinsessa frá Føroyum, sum hevur sett sær fyri at finna prinsin í Danmark. Harumframt stendur at lesa, at Lillian Dalsgaard hevur verið við í tveimum tónleikabólkum, útgivið fleiri fløgur og hevur veri við á føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti.

 

Upptøkurnar fóru fram í summar í Danmark, og mánakvøldið klokkan 18.00 føroyska tíð, tá fyrsti partur við Lillian fer av bakkastokki, fara vit millum annað at síggja Lillian Dalsgaard servera høsnarunga fyri teimum fimm vónaríku dreingjunum.