LANDSDYSTUR
Í Liktinstein vilja teir fegnir standa seg betri í fótbólti, enn teir hava gjørt higartil. Í síðstu HM undankappingini fingu teir einki stig, og vánirnar fyri, at teir skulu fáa nakra serliga úrtøku burturúr komandi EM undankappingini, eru einki serligar. Ivaleyst eru teir betri fyri fíggjarliga, enn FSF er, men tað man kortini koma væl við, at teir eru komnir í EM undankappingarbólk saman við Onglandi.
Um Liktinstein skal hugsa um at vinna onkran landsdystin, so er sannlíkið størst fyri tí, tá teir spæla vinardystir ímóti tjóðum, ið verða styrkismettar á umleið sama støði sum Liktinstein.
Í ár hava teir í Liktinstein tríggjar landsdystir á skránni ímóti sovornum fótbóltstjóðum ? tveir ímóti Føroyum og ein ímóti Luksemborg. Umframt dystin ímóti Føroyum í dag skulu Føroyar og Liktinstein spæla aftur í august. Dysturin verður í Føroyum 15. august. Tá Føroyar í apríl 2000 vóru í Liktinstein varð avrátt, at teir skulu koma henda vegin í 2002.
Allan Simonsen og landsliðið úr Luksemborg eru í hesum døgum í Cadiz í Spania, har teir fyrireika seg til komandi EM undankappingina. Teir spældu leygardagin ímóti Vejle, sum uttan Christian Høgna Jacobsen í liðnum vann 4-2 ímóti liðnum hjá mesta kenda Vejle spælaranum nakrantíð.
Fótbóltssambondini í Luksemborg og Liktinstein hava gjørt avtalu um, at tey skulu spæla landsdyst í Luksemborg mikudagin 127. apríl.
Men nú snýr tað seg hjá Liktinstein um dystin ímóti Føroyum í dag. Og teir taka uppgávuna í stórum álvara. Liktinstein er ikki á venjingarlegu á Kypros. Teir komu suður á Kypros mánakvøldið, og teir fara til hús aftur beinanvegin eftir dystin.
Spælarahópurin hjá Liktinstein er samansettur umleið á sama hátt, sum hann var, tá teir fyri tveimum árum síðani spældu ímóti Føroyum. Tað vil siga, at teir flestu spælararnir eru úr høvuðsstaðarfelagnum Vaduz. Einstakir spælarar eru skrásettir í sveisiskum feløgum, eitt nú Grashopper Zürich, FC Zürich og BSC Young Boys, men tað er ikki altíð, at hesir eru á besta liðnum.
Kendasti spælarin hjá Liktinstein er Mario Frick. Hann spælir í Hellas Verona í Italia. Tað er felagið, sum Prben Elkjær í síni tað var við til at gera til italskan meistara. Nú er Verona í næstabestu deildini. Mario Frick er ikki við landsliðnum hjá Liktinstein, nú teir eru ein svipp suðuri á Kypros.