Gula gólvið í Ítróttahøllini á Hálsi liggur klárt, nú bíðað verður eftir fyrstu av 11 steypafinalum í hondbólti.
Og alt bendir á, at byrjað verður við einum braki. Neistin og Kyndil eru tey bæði fremstu liðini í kvinnudeildini í løtuni, og tí er talan á pappírinum um sterkastu liðini í landinum.
Uttan fyri vøllin hevur upptaktin til finaluni havt nógvar facettir, og alt bendir á, at vit fáa eitt satt finalubrak inni á vøllinum í dag.
Innanhýsis dystirnir millum grannarnar hava aloftast verið javnir og intensir. Í ár hevur Kyndil vunnið ein, ein er endaður við javnleiki, og ein hevur Neisin vunnið.
Báðir partar eru eisini nakað skerdir undan finaluni. Hjá Neistanum verður Birita Wardum heilt víst ikki við, nú hon situr uttanfyri við leikbanni. Hartil er stóri spurningurin, hvussu birg Milica Rankovic er. Tað líktist einum vøddaskaða í legginum, tá hon fór út móti VÍF í hálvfinaluni, og hon var ikki við í dystinum móti Kyndli seinasta sunnudag. Hesa ferð er hon tó við í hópinum, og so er spurningurin, um hon megnar at átaka sær lyklaleiklut á liðnum.
Hjá Kyndli sótu Randi S. Wardum og Jórun S. Ludvík uttanfyri seinast. Randi fekk skaða í økslina í hálvfinaluni móti VB, meðan Jórun beklaði. Tær vórðu báðar spardar í landskappingardystinum sunnudagin, men í dag eru tær við á dómaraseðlinum, og so er spurningurin, hvussu nógvar minuttir tær eru til reiðar at spæla.
Kvinnufinalan í dag byrjar klokkan 13.30.