Tíðliga seinnapartin í dag visti tíðindastovan Reuters at siga, at kavarar høvdu funnið tvey lík í marglætisbátinum, sum sakk út fyri Palermo á Sisilia tíðliga mánamorgunin.
Tilsamans 22 fólk vóru í bátinum, tá ein melduródn rakti, og báturin koppaði og sakk eftir lítlari løtu. Eftir skipsbrotið vórðu 15 fólk bjargað, og sjey vóru saknað.
Seinni varð kokkurin, sum var við bátinum, funnin á sjónum, og tíðliga seinnapartin í dag frættist, at kavarar, sum høvdu verið niðri á vrakinum, høvdu funnið tvey lík í bátinum.
Sagt hevur verið, at ein av teimum, sum hevur verið saknaður eftir bátsvanlukkuna, er milliarderurin og stovnarin av bretsku Tech-fyritøkuni, Mike Lynch og 18 ára gamla dóttir hansara.
Seinnapartin í dag visti Daily Telegraph at siga, at líkini, sum kavarar funnu í dag, eru Mike Lynch og dóttirin.
Lagt verður aftrat, at frítíðarbáturin liggur á 58 metra dýpi, og at tað hevur verið avbjóðandi hjá teimum 22 kavarunum, sum hava leitað eftir saknaðum í bátinum.
Dagført:
Stutt eftir, at hesi tíðindi vórðu borin - at líkini av milliarderinum og dóttir hansara vóru funnin í bátinum, avsannaðu útlendskir miðlar aftur, at talan var um líkið av 18 ára gomlu dóttrini.
Lesið eisini -
https://www.in.fo/news-detail/tvey-lik-eru-funnin-i-fritidarbatinum
https://www.in.fo/news-detail/likid-er-av-skipskokkinum
https://www.in.fo/news-detail/millum-tey-saknadu-er-bretski-tech-stovnarin
##med2##










