Líkið uttan høvd, armar og bein var av Kim Wall

Danska løgreglan sigur á Twitter, at dna-profilurin av líkinum samsvarar við dna-profilin hjá horvnu tíðindakvinnuni, Kim Wall.

 

Tað er eydnast løgregluni at finna samleikan hjá kvinnuni, hvørs lík í gjár varð funnið í sjóvarmálanum á Amagaer uttan høvd, bein og armar.

 

Løgreglan í Keypmannahavn sigur á Twitter, at dna-profilurin vísir, at talan er um svensku tíðindakvinnuna Kim Wall, sum hvarv næstsíðsta hósdag eftir at hava verið túr í kavbátinum saman við kenda uppfinnaranum, Peter Madsen.

 

Nýggjar upplýsingar verða almannakunngjørdar á tíðindafundi klokkan 9 framman fyri Politigarðin í Keypmannahavn.

 

Til ta tíð hevur løgreglan ikki fleiri viðmerkingar.

 

Niðanfyri síggjast myndir frá Ritzau av kavbátinum, Peter Madsen og horvnu svensku tíðindakvinnuni Kim Wall.

 

/ritzau/