Líkið endaliga eyðmerkt: Tað var Rani

Tað er nú greitt, at líkið, sum varð funnið í Oyndarfirði leygardagin, er av manninum, sum var saknaður eftir ferðsluvanlukkuna

 

Í morgun bleiv líkið, ið varð funnið í Rættargjógv í Oyndarfirði seinnapartin leygardagin, endaliga eyðmerkt.

 

Og staðfest bleiv, at talan var um 20 ára gamla Rana í Billutovu, sum leitað hevur verið eftir síðani ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði, leygarmorgunin hin 28. desembur, sigur løgreglan.

 

Hann varð funnin eftir eina rættiliga umfatandi leiting har bátar og fólk úr øllum landinum vóru við.

 

Les eisini: Hava funnið líkið av Rana í Rættargjógv