Líkið av Pidda funnið

Beinagrindin, sum varð funnin við Ljósá, er av Pidda, sum hvarv fyri trimum árum síðani

Beinagrindin, ið ein frítíðarkavari fann út fyri Ljósá, sunnudagin 31. august, á 22 metra dýpi og 150 metrar úr landi, er nú endaliga eyðmerkt.

Tað boðar løgreglan frá beint nú.

 

Løgreglan sigur, at talan er um 45 ára gamla Dánial Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, ið hevur verið saknaður síðani 4. novembur 2011.

 

Ein maður varð ákærdur og dømdur fyri at hava myrt Dánjal Petur Hansen, og fyri at hava beint fyri líkinum.

Tey avvarðandi eru kunnað, sigur løgreglan.