Strandfeðsla
Tað er ongin ivi um, at Strandferðslan verður noydd til at skerja túratralið á summum rutum
? Tað slepst ikki uttanum, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni.
Og tað sigur hann í kjalarvørrinum á teimum politisku stigum, sum eru tikin hesa seinastu vikuna.
Tað hevur alla tíðina verið greitt, at Strandferðslan verður noydd til at útvega sær stórar eyka inntøkur í ár, skal játtanin halda - og tað skal hon.
Spurningurin er bara, hvussu tað verður gjørt!
Sjálv ætlaði Strandferðslan at útvega sær seks milliónir í eyka inntøkum við at hækka prísirnar á ferðsaseðlum við Bygdaleiðum og við Strandfaraskipunum.
Men harumframt skuldi hon spara 7,5 milliónir fyri at fáa alt at mala runt. Nakað av tí kundi hon spara við tað, at siglingin inn á Skálafjørðin og á Vág, verður strikað.
? Men eftir verða undir øllum umstøðum einar fýra milliónir, sum skuldi útvegast við sparingum.
?Og tað er púra greitt, at tað letur seg ikki gera, uttan at tað rakar tænastustøðið og at túratalið fer at lækka, sigur Kristian Davidsen.
? Skulu vit spara fýra milliónir, fer tað at merkjast væl og virðiliga.
Men, hvussu sparingarnar skulu fremjast, fer Strandferðslan at arbeiða við nú.
Ein bumba undir Strandferðsluni
Men kanska verður støðan hjá Strandferðsluni uppaftur verri.
Á samgongufundi týsdagin varð avgjørt, at Strandferðslan sleppur bert at hækka prísin á ferðaseðlum eini 7% yvir ein kamb og tað er væl minni, enn Strandferðslan hevði skotið upp.
Upprunaliga ætlaði Strandferðslan bara at hækka ferðaseðlaprísin við Strandferðsluni og við Bygdaleiðum. Men samgongan gjørdi av at tað skuldi eisini verða dýrari at flyta farm við Farmaleiðum og at príshækkingin skuldi vera 7% yvir ein kamb.
Sostatt komu hækkingarnar at raka breiðari, enn Strandferðslan ætlaði, men afturfyri verður hækkingin ikki so ógvuslig.
Men tað er stór óvissa um, antin hækkingin upp á 7% verður nóg mikið.
?Strandferðslan metir, at hækkingin upp á 7% fer bara at geva eina meirinntøku uppá 2,5 milliónir.
Men samgongan hevur eina aðra fatan, tí hon metir, at tað er nóg mikið til at geva Strandferðsluni ætlaðu meirinntøkuna uppá seks milliónir, sigur Kristian Davidsen.
Hann sigur, at tað, sum er ógvuliga trupult at meta um, er, hvussu príshækkingin fer at ávirkað talið á ferðafólkum.
?Vit hava mett, at verða prísirnir hækkaðir 7%, fer tað at føra til, at ferðafólkatalið við Strandfaraskipunum fer at lækka 2%, at nøgdin av farmi fer at lækka 3% og at ferðafólkatalið við Bygdaleiðum fer at lækka 4%.
?Hinvegin hevur samgongan mett, at ein hækking uppá 7% fer ikki at ávirka talið á ferðafólkið og nøgdina av farmi yvirhøvur.
? Sostatt er er stór óvissa um tølini og vit hava avtalað við vinnumálaráðið, at vit skulu fylgja neyvt við gongdini í ferðafólkatali og farmi.
? Og verða frávik tann skeiva vegin, so at inntøkumetingin ikki fer at halda, skulu vit boða frá, tí so má málið takast uppaftur.
?Í øllum førum er grundarlagið, at príshækkingarnar skulu geva seks milliónir meiri í inntøkum.
Men Strandferðslan hevur altso mett, at hækkingin uppá 7% fer at geva 3,5 milliónir krónur minni í inntøku, enn Samgongan metir.
Og tað fer at liggja um ein bumba undir Strandferðsluni.
Tað ásannar stjórin á Strandferðsluni eisini.
?Verður tað metingin hjá samgonguni, sum er tann rætta, verður bara neyðugt at spara tær fýra milliónirnar, sum upprunaliga ætlað.
? Men verður tað metingin hjá Strandferðsluni, sum heldur, verður neyðugt at spara 3,5 milliónir afturat og tað kann elva til ógvuliga stórar trupulleikar.
? Og tað haldi eg er ógjørligt, sigur Kristian Davidsen.
Elva til trupulleikar
Undir øllum umstøðum er tað greitt, at tað verður neyðugt at lækka túratalið niður fyri at spara tær upprunaligu fýra milliónirnar.
? Men skal uppaftur meiri sparast, hevur stjórin á Strandferðsluni onga hóming av, hvussu tað kann gerast.
?Tað eru ikki so nógvir møguleikar. At seta sparingar í verk, gerst ikki frá einum degi til annan, so eg dugi ikki at síggja, hvussu vit kunnu seta fleiri sparingar í verk.
Sostatt eru bara tveir møguleikar og teir eru at hækka ferðaseðlaprísirnar enn meiri ella at Strandferðslan fær eina eykajáttan á fíggjarlógini.
? Men tað verður so ein politiskur spurningur at taka støðu til, sigur stjórin á Strandferðsluni.
Her skal viðmerkjast, at tingmenn í samgonguni hava staðiliga boðað frá, at talan verður ikki um, at prísurin skal hækka meiri enn hesi sjey prosentini, sum eru avtalað. Tingmenn úr samgonguni hava eisini staðiliga boðað frá, at tað verður ikki talan um eykajáttanir, uttan at tað ?stendur um lív?.
Sostatt er als ikki sagt, at poltiisku trupulleikarnir hjá Strandferðsluni eru av. Tað er eisini væl hugsandi,at tað fer at elva til politiskar trupulleikar, tá ið tað kemur har til at skarvast skal av túratalinum her og har.
Í øllum førum hevur Hergeir Nielsen, sum er einasti samgongutingamður úr Suðuroy, sagt, at túratalið til Suðuroynna kann ikki vera lægri og verður túratalið ímillum havnina og Suðuroynna lækkað, tekur hann tað sum eina stóra provokatión.
Annars væntar stjórin á Strandferðsluni, at príshækkingarnar koma í gildið um eina viku ella so.
Í stuttum
* Strandferðslan skal hava seks milliónir inn í meirinntøku við príshækkingum.
* Harafturat skal Strandferðslan spara 7,5 milliónir.
* Hon kann spara 3,5 við at Skálafjarðarsiglingin og siglingin á Vág halda uppat.
* Sostatt skulu fýra milliónir sparast afturat og tað letur seg ikki gera uttan at lækka túratalið.
* Strandferðslan sleppur at hækka prísirnar umleið 7% yvir ein kamb.
* Strandferðlan metir, at tað fer einans at geva 2,5 milliónir í meirinntøku.
* Men samgongan metir, at tað fer at geva 6 milliónir í meirinntøku.
* Heldur metingin hjá Strandferðsluni, skal hon sostatt finna 3,5 milliónir afturat.
* Og heldur stjórin á Strandferðsluni ikki ber til