Liggja óneyðuga leingi sjúk

Fólk á útoyggjum liggja óneyðuga leingi sjúk, tí tey vilja ikki órógva læknar ella vilja sleppa undan at fara av oynni, vísir Útoyggjanevndin á

 

Útoyggjanevndin heldur, at fólk á útoyggjum skulu hava betri heilsutænastu.

Útoyggjanevndin vísir í sínum áliti á, at fólka á útoyggj liggja óneyðuga leingi sjúk, tí tey vilja ikki gera vart við seg hjá lækna ella sjúkrahúsi.

? Sjúklingar himprast við at venda sær til lækna, um tað nú skuldi hent, at tað ikki hevði nakað uppá seg. Ella liggja tey leingi sjúk og vóna, at tað ikki verður neyðugt at vera fluttur inn á meginøkið, sigur Útoyggjanevndin.

? Tí verður bíðað sum longst við at gera vart við, at tey eru sjúk, og úrslitið er, at sjúkralegan gerst longri og verri enn neyðugt.

Ráðið fyri kommunulæknaskipanina vísir á, at tað er avgerandi fyri teirra tænastu, at ferðasambandið er í lagi, og her verður serliga hugsað um tyrlutænastuna.


Økissjúkrasystrar

Útoyggjanevndin heldur, at heilsutænastan skal røkka út á staðið, og ikki bert tá ið støðan er akutt.

? Heilsurøktin í Føroyum byggir í stóran mun á fyribyrging, og hetta aðalmálið má vera galdandi á smáu oyggjunum eins væl og á teimum stóru, sigur Útoyggjanevndin.

? Útgangsstøðið eigur at vera, at allir borgarar í landinum eiga at fáa somu tænastu.

Útoyggjanevndin mælir til, at viðtaluhøli til lækna og annað heilsuvirksemi verður gjørt á øllum útoyggjunum, og at eitt fólk verður sett í fast starv at taka sær av heilsuspurningum. Hetta heldur Útoyggjanevndin kann vera ein økissjúkrasystur, sum skal arbeiða fast í hesum heilsudepli.

? Málsetningurin við eini slíkari skipan er at økja tryggleikan og trivnaði í oynni, sigur Útoyggjanevndin.