Liggja mitt ímillum el og diesel

- Mær dámar sera væl koyrieginleikarnar við el-bilum, sigur Per Martin Gregersen.

Hvat bilmerki koyrir tú? 

- Konan eigur tveir bilar, ein Skoda Kodiaq, sum er sera væl egnaður til at koyra við børnunum. Hann er rúmligur og hevur sjey setur. Og so eigur hon eisini ein VW Id4, sum eg brúki mest. 

Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil? 

- Annar bilurin er ein diesel, og hin er ein el. So, vit liggja mitt ímillum el og diesel, sigur Per Martin Gregersen brosandi.

Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur? 

- Tað er heilt sikkurt nakað, sum vit hugsa um. Vit hava nýliga ognað okkum ein el-bil, og vit eru væl nøgd við hann. 

Hann sigur, at tankin um at skifta hin bilin út við ein el-bil liggur eisini á borðinum. 

- Men, tað vil tíðin vísa, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu.

Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar? 

- Persónliga havi eg ikki hugsað so ógvuliga nógv um fyrimunir og vansar við el-bili í mun til einum diesel-bili. 

Hann sigur, at honum dámar sera væl koyrieginleikarnar við el-bilum.

- Teir eru ótrúliga góðir at koyra við, og so er tað eisini eina tonn bíligari at koyra el-bil.

Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar? 

- Tá Sev hevur funnið ein leist at senda alla grøna orku út til el-løðistøðirnar – ja, so eru el-bilarnir eisini umhvørvisvinarligir. So, her eru nógvir fyrimunir, heldur Per Martin Gregersen fyri. 

 

Í VikuskiftisSosialinum seinastu viku var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar um bilar.