Ligain hjá Beckham skal víðkast

Tann amerikanska Major Soccer League (MLS) hevur fingið eina rúgvu av Beckham fokus og skal nnú víðkast til 16 lið

MLS hevur fingið eina rúgvu av fokus eftir at David Beckham skifti til LA Galaxy, og hendan umtala skal brúkast til at víðka liguna til 18 lið frá 2011.

Tann amerikanska ligan hevur longu opnað hurðarnar fyri tveimum nýggjum liðum: San Jose skal starta næsta ár, og Seattle fær loyvi at spæla í bestu deildini frá 2009, og harvið eru tað nú 15 lið í deldini. Men tað er ikki nokk, siger MLS-kommisionslimurin, Don Garber, sambært Daily Mail.