Monty Python-røðin var stóri vinnarin, tá bretar herfyri atkvøddu um, hvørjir teir bestu ensku filmarnir í søguni hava verið. Ovast á listanum stendur Life of Brian, og longur niðri – sum nummar tíggju – er ein annar svakur klassikari. Nevnliga Monty Python and the Holy Grail. Næst ovasti filmurin á listanum er the Full Monty, meðan Four Weddings and a Funural gjørdist nummar trý.









