Liðskiparin longt sáttmálan

Høgni Egilstoft Nielsen, miðvallari og liðskipari hjá 07 Vestur, hevur longt sáttmálan við 07 Vestur, boðar heimasíðan hjá felagnum frá

Mynd: (Álvur Haraldsen) Høgni E. Nielsen taklar spælara hjá Skála

Høgni Egilstoft Nielsen, miðvallari og liðskipari hjá 07 Vestur, hevur longt sáttmálan við 07 Vestur, boðar heimasíðan hjá felagnum frá.

 

- 25-ára gamli sandavágsmaðurin, miðvallarin og nú aftur eisini liðskiparin, er ein av týðningarmestu spælarunum í ár, sum hann eisini hevur verið í fleiri ár. Við longda sáttmálanum verður hann knýttur at felagnum eisini framyvir, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

Tað verður ikki upplýst hvussu langur sáttmálin er. Høgni Egilstoft Nielsen hevur í ár fyri mesta spælt á miðvøllinum.

 

- Eftir at hava verið skaddur í so gott sum alt 2020, spældi hann stóran leiklut í fjør, men tó mest á høgra bakki. Har byrjaði hann eisini í ár, og hevur eisini spælt onkran dyst í miðverjuni, men bleiv so fluttur inn á miðjuna, har hann síðan hevur leikt. Áðrenn umfatandi knæskaðan í 2020 var Høgni liðskipari, og eftir nøkur umfør í ár, fekk hann aftur álitið, sum klæðir honum so avbera væl, skrivar 07vestur.fo.

 

07 Vestur liggur á sjeynda plássi við 15 stigum fyri 15 dystir.

 

1 1514104343943
2 Víkingur15121246133337
3 HB1584328181028
4 B361571726141222
5 EB/S156272130-920
6 AB155192343-2016
7 07 Vestur154381936-1715
8 NSÍ1550102139-1815
9 B681532101333-2011
10 SKÁLA151591727-108

Mynd: (Álvur Haraldsen) Høgni E. Nielsen taklar spælara hjá Skála