Eitt spurningur, sum ikki rættiliga fekst greiði á í greinini um bedingina á Skála í Sosialinum mánadagin, var, nær skipini, Bakur og Stelkur, sum standa uppi á, verða liðug og klár at sjóseta.
Tað var í síðstu viku, at vognurin, sum ísfiskatrolarin Fram skuldi togast upp við, partvís fór av skinnaranum. Vognur og skip eru komin nakað inn ímóti, men standa framvegis úti í sjónum, og nógv vekt er á vogninum.
Í Sosialinum mánadagin segði stjórin á skipasmiðjuni Mest, at Fram vigar eini 700 tons.
Soleiðis, sum myndin til hesa grein vísir, stendur Fram í sjóvarmálanum. Tað, sum ikki sæst á myndini, er, at vognurin partvís er farin av skinnaranum, og tí fæst Fram fyribils hvørki oman ella niðan.
Mouritz Mohr segði mánadagin, at tað er ikki bara sum at siga tað at loysa málið um, hvussu fram skal farast.
Ikki lidnir
Stjórin í Faroe Origin, Dávid Jacobsen, sum eigur ísfiskatrolararnar, Bak og Stelk, ið standa uppi á bedingini á Skála, sigur, at skipini verða liðug miðskeiðis í næstu viku, og tá væntar hann, at tey eisini sleppa av aftur bedingini.
- Vit hava fingið at vita frá skipasmiðjuni, at tá Bakur og Stelkur eru lidnir, skuldi málið við bedingsvogninum og Fram eisini verið loyst.
Dávid Jacobsen sigur, at skipini komu upp fyri góðari viku síðan.
- Skipini skulu bæði hava aksiltrekk, og eisini eru skrúvurnar sendar niður til Danmarkar til umvælingar. Í Danmark er verksmiðja, sum tekur sær av hesum, og tað er teringur á skrúvunum, sum verksmiðan skal taka sær av.
Dávid Jacobsen leggur aftrat, at tað helst fer at taka eina viku ella so at umvæla skrúvurnar í Danmark.
- Eg vænti tískil, at Bakur og Stekur verða klárir at fara av bedingini á Skála aftur miðskeiðis í næstu viku, sigur stjórin í Faroe Origin, Dávid Jacobsen.