Liðið hjá Hákuni vann seg í steypahálvfinaluna

Füchse Berlin vann tepran sigur á Gummersbach í fjórðingsfinaluni

Hákun West av Teigum var við í hópinum tá lið hansara, Füchse Berlin ígjár vann seg í hálvfinaluna í týsku steypakappingini.

 

Füchse Berlin vann tepran 31-29 sigur á Gummersbach á heimavølli. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 16-13.

 

Kappingarneytin hjá Hákuni, Hans Lindberg gjørdi tað væl at skjóta seks mál, so Hákun kom ikki at spæla ein avgerandi leiklut hesaferð.

 

Füchse Berlin er tó við í oddinum í bundesliguni, og er eisini í bólkaspælinum í EHF European League. Sera tætt er millum dystirnar hjá Füchse Berlin, so Hákun fer at fáa møguleikan aftur skjótt.