Liðið hjá Gullbrandi vann seg í steypahálvfinaluna

Sandnes ULF sum liggur til at flyta niður í triðbestu deildina hevur vunnið seg í hálvfinaluna í steypakappingini

Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF liggja aftast í næstbestu norsku fótbóltsdeildini heili átta stig aftanfyri næstaftasta liðið.

 

Men í dag var ein gylt løta hjá Gullbrandi og liðfeløgunum.

 

Gullbrandur spældi allan dystin, tá Sandnes tók móti Levanger í fjórðingsfinaluni í norsku steypakappingini.

 

Tað eydnaðist Sandnes at vinna dystin 2-0, og harvið tryggja sær pláss í hálvfinaluni. Sostatt eru Gullbrandur og liðfelagarnir bert ein dyst frá tí stóru finaluni á tjóðarleikvøllinum, Ullevaal í Oslo.

 

Sandnes fekk í dag eina rimmar byrjan, tá Herman Kleppa longu í sjeynda minutti legði heimaliðið á odda 1-0. Alwande Roaldsøy sum legði upp til málið økti sjálvur til 2-0 í 61. minutti. Tá átti Herman Kleppa uppleggið til málið. 

 

Í annaðkvøld klokkan 19 spælir liðið hjá Brandi Hendrikssyni og Jóannesi Bjartalíð, Fredrikstad fjórðingsfinalu í steypakappingina á útivølli móti Vaalerenga.