Tað hevur ikki verið nógv spælitíð til føroyska landsliðsmálverjan, Anniku Fríðheim Petersen í seinastuni.
Í dag var hon tó við í hópinum, tá Nykøbing Falster á útivølli í Noregi vann 28-26 (17-16) á Sola í bólki C í EHF European League.
Sigurin tryggjaði Nykøbing Falster fyrsta plássið í bólki C við átta stigum. Sola er nummar tvey við átta stigum, og Debrechen úr Ungarn hevur eisini átta stig á triðja plássinum. Nykøbing Falster hevur besta málmunin, og vinnur tí bólkin.
Í fjórðingsfinalunum møtir Nykøbing Falster rumenska liðnum, SCM Ramnicu Valcea. Fjórðingsfinalurnar vera leiktar vikuskiftini 18. - 19. mars og 25. - 26. mars.