Sunnudagin spældi liðið hjá landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen seinasta dystin í bestu norsku hondbóltsdeildini.
1.492 vóru møtt upp í Follo ígjár fyri at síggja Follo spæla móti oddaliðnum og evropeisku meistarunum, Vipers Kristiansand.
Sum væntað tapti Follo. Talan gjørdist um ein 36-27 sigur til Vipers, ið var á odda 19-11 í steðginum.
Follo endaði næstaftast í deildini við 12 stigum, og tí skal liðið hjá Anniku spæla Play Off dystir móti næstbesta liðnum í næstbestu deildini. Talan verður um Volda, ið endaði næstfremst í næstbestu deildini við 40 stigum.