Liðið hjá Andri vann eftir 2 x longda leiktíð og brotskastskapping

Fjölnir vann 40-39 á Vìkingi Reykjavík í fjórðu uppflytingarfinaluni aftaná ein ótrúligan dyst

Føroyski málverjin, Andri Kristianson Hansen og liðfelagar hansara í Fjölnir spældu í kvøld ein ótrúligan dyst móti Víkingi Reykjavík í fjórðu uppflytingarfinaluni um rættin at flyta upp í bestu íslendsku hondbóltsdeildina.

 

Dysturin fór til tvær ferðir longda leiktíð og brotskastskapping áðrenn ein vinnari var funnin. 

 

Tað endaði við, at Fjölnir vann 40-39. Tað stóð á jøvnum 27-27 aftaná vanliga leiktíð. Tað stóð framvegis á jøvnum, 31-31 aftaná fyrru longdu leiktíðina, og tað var framvegis javnt, 36-36 aftaná seinnu longdu leiktíðina.

 

Kappingarneytin hjá Andri, Bergur Bjartmarsson gjørdist tann stóra hetjan í málinum hjá Fjölni í brotskastskappingini, tá hann bjargaði tveimum brotskøstum.

 

Tað stendur nú á jøvnum 2-2 í uppgerðunum millum Fjölnir og Víking Reykjavík.

 

Fimta og seinasta uppflytingarfinalan verður leikt á heimavøllinum hjá Víkingi komandi sunnudag klokkan 15.